barbaroo/gptsw3_lora_fo_40b
Updated
•
9
Unnamed: 0
int64 0
437k
| Text
stringlengths 22
410k
|
---|---|
0 | Fólkatalið mars var 540 persónar. Hetta er 846 fleiri í mun til mars í Vaksandi gongdin í fólkatalinum hevur verið støðug síðani Orsøkin til vaksandi fólkatalið er eitt javnt positivt burðaravlop og vaksandi positiv nettoflyting. Burðaravlopi er munurin ímillum fødd og deyð og nettoflytingin er munurin ímillum til- og fráflyting. Fólkatal, bústaðarøki Í mun til sama tíðarskeið í fjør, búgva nú lutfaldssliga fleiri íbúgvar í Vága-, Norðurstreymoyar og Eysturoyarøki. Fólkatal, kommunur Nógv tann stórsta kommunun er Tórshavnar kommuna. Her búgva áleið 600 persónar, sum er 42% av samlaða fólkatalinum. Næstu Tórshavnar kommunu eru Klaksvíkar og Runavíkar kommuna, har tað búgva ávíkavist 10% og 8%. Størsti vøksturin í fólkatalinum seinasta ári, hevur verið í Sjóvar kommunum við 4,3% í mun til mars Í 4 øðrum kommunum var fólkavøksturin omanfyri 3%. Hesar vóru Fámjins, Eiðis, Porkeris og Hov kommunu. Størsta minkingin seinasta ári var í Skúgvoyar kommunu, har fólkatalið fall við áleið 7%. |
1 | Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í juni vóru um 400 menn og 300 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum. |
2 | Fyrstu ferð upp um 000 løntakarar - fleiri leggjast afturat skaranum |
3 | Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í juli vóru um 650 menn og 500 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Í vinnugreinabólkinum almenn og onnur tænasta starvast nú gott og væl 000 løntakarar, í privatu tænastuvinnum knappliga 300, í byggivinnu og aðrari tilvirking 500 og í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu Trendurin vísur, at seinasta árið hevur vøkstur verið í nærum øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Tó hevur lítil og eingin vøkstur verið í bólkinum privatar tænastuvinnur. Løntakaratalið í privatu tænastuvinnunum, hevur funnið eina legu, ið telur um 000 løntakarar. Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum. |
4 | 403 aftrat í høvuðsstaðnum og 275 aftrat í Eysturoy Landafrøðiliga var stórur fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 403 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma Vágar við 91fólkum, Norðoyggjar við 75, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 55 fólkum og Suðuroy við 47 fólkum. Í Sandoyar sýslu eru 3 fólk komin aftrat. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vágum við 2,5%, Eysturoy við 2,4% og síðani Tórshavnarøkið við 2,1%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar og Streymoyarøkið annars við 1,2% hvør og Suðuroy við 1,0%. Tann sera lítli vøksturin í Sandoyar sýslu svaraði til 0,2%. Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein veksandi part av fólkavøkstrinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minkandi part av fólkavøkstrinum. Í Eysturoy búgva 719 fólk, ið er knappliga 23% av fólkatalinum í Føroyum. Men vøksturin á 275 fólk svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Til samanberingar búgva 019 fólk í Tórshavnarøkinum, ið er knappliga 39% av fólkatalinum í Føroyum, og vøksturin her var 403 fólk, svarandi til 43% av øllum fólkavøkstrinum. Í Norðoyggjum búgva 204 fólk, ið er 12% av fólkatalinum, men vøksturin her á 74 fólk svarar til 8% av øllum fólkavøkstrinum. Í Vágum búgva 6% av fólkatalinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkatalinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var 5%. Leggjast kann aftrat, at burðaravlopið var negativt í Sandoyar sýslu, t.v.s. at fleiri doyði enn tað vóru fødd. Í Suðuroy var lítið og onki burðaravlop, og eftir fólkatalinum var burðaravlopið í Norðoyggjum, roknað eftir fólkatalinum, minni enn helvtin av burðaravlopinum í Eysturoy, Vágum og Streymoyarøkinum sum heild. Hesi síðstu seks árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey teirra, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið jan. 2014 til vísitalið meðan fólkatalið er vaksið 6-11% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Seinasta ársskeiðið síggja vit tó ein ávísan fólkavøkstur í Suðuroy, men vísandi til ójøvnu gongdina har tey seinastu árini, har tað hevur skift millum vøkstur og minking, uttan at fólkatalið enn er komið upp um tað, sum tað var januar 2014, fara komandi mánaðir at vísa, um framgongdin hetta seinasta ársskeiðið verður meira varandi enn vit higartil hava sæð. Kommunurnar: vøksturin lutfalsliga størstur í kommunum í Eysturoy og Vágum Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 409 fólkum, Runavíkar við 111 og Klaksvíkar við Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum. Merkisverd er ymiska gongdin í teimum báðum kommununum í Norðoyggjum, har Viðareiði minkar við 21 fólkum, svarandi til 5,8%, meðan Hvannasund veksur við 10, svarandi til 2,5%. Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Fuglafjarðar kommunu við 3,4%, Runavíkar kommunu við 2,8%, Eiðis kommunu eisini við 2,8% og Eystur kommunu við 2,1%. Til samanberingar var vøksturin í Tórshavnar kommunu 1,9%. Í Norðstreymi vaks Vestmanna kommuna við 2,4%. Í Vágum veksur Sørvágs kommuna við 3,1%, og í Suðuroy veksur Tvøroyrar kommuna við 2,0%. Merkisverd er ymiska gongdin í teimum báðum kommununum í Norðoyggjum, har Viðareiði minkar við 21 fólkum, svarandi til 5,8%, meðan Hvannasund veksur við 10, svarandi til 2,5%. Samanumtikið er vøkstur í 20 kommunum, óbroytt í trimum og minking í Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali. Vøkstur í stóru oyggjunum, flestu útoyggjar halda tørn Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum og ein lítil vøkstur í Sandoy. Í útoyggjum er merkisverdur vøkstur í Svínoy, úr 26 upp í 32 fólk. Hinar halda tørn uttan Skúvoy, ið minkar við 3 og Hestur við Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
5 | Um hugt verður at árligum broytingum, so vísa dagførdu tølini, at umsetningurin vaks mest fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur. Verður hædd tikin fyri prístbroytingum og umroknað verður til mongdir, so sæst, at sølan av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð er vaksin mest frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing Trendurin í umsetninginum fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir, at umsetningurin fyri henda vørubólkin var 3,5% hægri í øðrum ársfjórðingi í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Hetta er sami miðal árligi vøksturin, ið hevur verið síðan byrjanina av Verður hædd tikin fyri prísbroyting fyri henda vørubólkin, so sæst, at mongdin av hesum vørum er vaksin við tveimum prosentum frá øðrum ársfjórðingi í 2018 til annan ársfjórðing Fyri vørubólkin klæðir og fótbúnaður hevur umsetningurin og mongdin av seldum vørum verið nærum óbroyttur í 2 til 3 ár. Tað er sermerkt fyri vørubólkin, at miðalprísurin hevur verið sera støðugur seinastu 10 árini, og vísitølini fyri virði av umsetningi og mongd av seldum vørum fylgjast tískil at í tíðarskeiðinum. Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin nærum óbroyttur frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing Miðalprísurin í hesum vørubólki er lækkaður umleið 4 prosent hetta tíðarskeiðið. Við umrokning av virði til mongd merkir hetta, at mongdin av seldum innbúgvi og útgerð til húsarhaldið er vaksin við 4 prosentum. Dagførdu tølini fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum. |
6 | Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í flestu høvuðsbólkum. Prísirnir innan hotel og matveiting eru hækkaðir mest, tó hevur hesin vørubólkur lutfalsliga lítla ávirkan á samlaða brúkaraprístalið. Prísir á mati og drekka, ið fyllir lutfalsiga nógv í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir 1,7 prosent seinasta árið, harav serliga kjøt og vørur úr breyði eru hækkaði mest. Prísir á býlisútreiðslum eru í miðal hækkaðir 0,4 prosent, harav m.a. rentuútreiðslan er lækkað 6 prosent og prísir á viðlíkahald av bústaði eru hækkaðir 3 prosent. Prísurin á brenniolju, ið eisini fyllir lutfalsliga nógv í húsarhaldsnýsluni, er minkaður 3,5 prosent ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør. Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum. |
7 | Metstórur fólkavøkstur frá sept. í fjør til sept. í ár |
8 | Lutfalsliga, t.v.s. í mun til fólkatalið, hevur fólkavøksturin onkuntíð verið størri. Men so skulu vit 44 ár aftur í tíðina, til 1975 tá fólkatalið var 400 og fólkavøksturin tað árið var 792, svarandi til 2,0% Tann sept. í ár var fólkatalið Tað er eitt sindur minni enn mánaðin frammanundan, men tað er vanligt við eini minking í august, ið jú er tann stóri fráflytimánaðurin hjá ungfólki, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Verður gongdin tó nakað sum í fjør, fer fólkatalið skjótt aftur upp um 52-túsund. Uppgerðin av fólkatølunum er nú trendað, so til ber at lýsa gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik – so sum ymiska gongdin í juli og august - og aðrar tilvildarligar broytingar frá einum mánað til annan. Tað ger, at vit kunnu samanbera fólkatalið mánaðarliga, hóast mánaðirnir eru ymiskir. Við trendinum kunnu vit til dømis samanbera juli og august, hóast juli er stóri tilflytimánaðurin, og august hinvegin er stóri fráflytimánaðurin. Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur Trendurin vísir, at fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/ Tá vóru vit á umleið 300 í tali. Fleiri og fleiri leggjast afturat, og vøksturin í fólkatalinum er spakuliga øktur øll esi árini síðani tá. Á leið 75 fólk leggjast nú afturat mánaðarliga, og tann trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram. Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 50 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í einari fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í 150 mánaðarliga, og tilflytingin sær út til at halda fram at vaksa. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 50 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við eini 25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í eini 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital á eini 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini. Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um stívliga 30 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí um 20-30 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. |
9 | Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í september var parturin hjá monnum knappliga 530 milliónir og 320 milliónir hjá kvinnunum. Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini. Tilsamans eru lønirnar hjá monnum umleið 200 milliónir størri enn hjá kvinnunum mánaðarliga. Í 2014 var munurin smáar 140 milliónir mánaðarliga. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. Dagførdu lønartølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum. |
10 | Arbeiðsloysi var 1,3% í juli samanborið við 1,7% í juli í fjør. Gongdin í arbeiðsloysinum hevur seinasta hálva árið funnið eina legu, ið liggur um 1,2%. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í juli var arbeiðsloysið 1% hjá monnunum og 1,5% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 1,4% hjá monnum og 2,1% hjá kvinnum. Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini. Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Lægst er arbeiðsloysið í Norðurstreymi við 0,7%, Eysturoy 0,8% og Norðoyggjum 0,8%. Í øllum aldursbólkum er arbeiðsloysið minkað í mun til í fjør. Í juli var arbeiðsloysi millum 0,9 og 1,3% í flestu aldursbólkum uttan hjá teimum 25-34 ára gomlu. Í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysi 2,1%. Myndin niðanfyri vísir hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. Dagførdu arbeiðsloysistølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum býtt á øki, aldur, kyn og tíð. |
11 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í august var arbeiðsloysið 0,8% hjá monnunum og 1,3% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 1,3% hjá monnum og 1,9% hjá kvinnum. Arbeiðsloysið hjá bæði monnum og kvinnum hevur seinastu mánaðirnar ligið í einari fastari legu. Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum og Norðurstreymi. Í øllum aldursbólkum er arbeiðsloysið minkað í mun til í fjør. Í august var arbeiðsloysi millum 0,7 og 1,1% í flestu aldursbólkum uttan hjá teimum 25-34 ára gomlu. Í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysi 1,8%. Myndin niðanfyri vísir hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. Dagførdu arbeiðsloysistølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum býtt á øki, aldur, kyn og tíð. |
12 | Av teimum týdningamestu botnfiskasløgunum er væl meira avreitt av tosk og hýsu \- ávikavist 64 og 71%. Nakað minni er avreitt av upsa, um 18%, og 8% minni av øðrum botnfiski. Av øðrum fiskasløgum er ein fjórðingur minni av svartkalva avreiddur higartil í ár, meðan meira enn tvífalt av havtasku er komin uppá land, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Avreiðingarvirðið er tilsamans fimtingin betri enn í fjør. Tað er toskurin og hýsan saman við havtaskuni, sum draga avreiðingarvirðið upp. Virðið á botnfiskinum er tilsamans vaksið góð 28%, meðan nøgdin er vaksin 16%. Á myndini omanfyri og talvuni niðanfyri er avreiddað nøgdin av botnfiski fyri tríggjar ársfjórðingar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár. Tað sæst, at botnfiskanøgdin tilsamans enn er lág, einamest tí at upsafiskiskapurin hilnast einki serligt fyri tíðina. Glottarnir eru, at nøgdin av toski og hýsu higartil í ár er tann frægasta í fleiri ár. Í hagtalsgrunninum her, eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. |
13 | Hvussu er fólkatalið broytt millum bygdir og býir síðstu tíggju árini? |
14 | Eftir ein javnan lítlan fólkavøkstur árini frammanundan kom ein vend í fólkatalið í Føroyum miðskeiðis í Hetta var um tað mundi, tá ein altjóða fíggjarkreppa gjørdi um seg og eisini fekk avleiðingar fyri føroyska búskapin. Tilflytingin fór at minka og fráflytingin bara øktist. Hóast talið av eldri fólki vaks javnt og samt, so minkaði fólkatalið í Føroyum, tí enn fleiri av tí unga ættarliðnum fluttu av landinum. Hetta vant uppá seg, so í miðlum og millum fólk fór man at tosa um "Exit Føroyar" ella "Farvæl Føroyar", og ilt var at síggja, hvussu gongdin kundi vendast. Tann stóra skeiklingin millum ung og eldri ættarlið, sum av álvara gjørdi um seg í kreppuni fyrru helvt av 1990-unum, eins og ójavnin í kynslutfallinum í fólkatalinum, tyktist bara at verðsna. Henda gongdin helt fram til einaferð um árskiftið 2013- Tá kom vend í. Serliga tí at fráflytingin fór at minka, og síðani fór tilflytingin at vaksa. Longu í 2014 var tilflytingin farin upp um fráflytingina, og fólkatalið fór at vaksa. Nú varð ikki longur tosað um "Exit Føroyar" men "Enter Føroyar" - ikki “Farvæl Føroyar” men “Vælkomin Føroyar”. Síðani er fólkatalið bara vaksið við stórari ferð ár eftir ár. Í hesum yvirliti lýsa vit, hvussu hetta 10-ára tíðarskeiðið við so ymiskari gongd, fólkaminkingini 2010-2014 og fólkavøkstrinum 2014-2019, hevur verið úti um landið, í ymisku landspørtunum, kommununum og ikki minst í nógvu bygdunum, teim smáu og teim stóru, teimum í miðøkjunum og teimum í útjaðaranum. Tí eins og afturgongdin var sera ójøvn millum ymisku plássini í Føroyum - flesta staðni var afturgongdin stór, men onkustaðni merkti man onki til tess - so hevur eisini verið ógviliga misjavnt við fólkavøkstrinum: flesta staðni við stórum vøkstri, men aðrastaðni hava bygdir og landspartar onki fingið burtur úr fólkavøkstrinum og eru bara dragnaði afturúr. Tað er hesa ymisku gongd vit vilja lýsa við hesum yvirliti yvir gongdina í bygdum og býum hesum ymisku árini 2010 til 2014 og síðani 2014- Tað kann vera serligur áhugi fyri at lýsa hesa gongdina í nærri lutum enn vit vanliga gera, tá vit mánaðarliga bara lýsa gongdina í sýslum og kommunum. Tí eisini í einstøku kommununum kann gongdin vera ógviliga misjøvn millum bygdirnar í somu kommunu. T.d. í Klaksvíkar kommunu eru 9 bygdir í 3 oyggjum, í Runavíkar kommunu eru 15 bygdir, í Sunda kommunu 12 bygdir og í Tórshavnar kommunu 17 bygdir í 4 oyggjum, o.s.fr. Alla staðni eru stórir munir í gongdini millum bygdirnar í somu kommunu. Í hesum yvirliti sæst hvussu fólkatalið er broytt í hvørjum høvuðsøki sær, í hvørjari kommunu og í hvørjari bygd, frá 2010 til 2014 og síðani frá 2014 til Tað verður ov rúgvismikið at gera viðmerkingar til gongdina bygd fyri bygd, so tað verður upp til lesaran sjálvan at kunna seg um ymisku gongdina í talvunum niðanfyri. Hagtølini eru øll at finna í hagtalsgrunninum, men lesarin er eisini vælkomin at venda sær til Hagstovuna við spurningum hesum viðvíkjandi. [Talvur dagførdar Ávís skeivleikar vóru í talvunum niðanfyri. Hesir eru nú rættaðir] |
15 | 31% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21% úr øðrum norðurlondum, 20% úr Føroyum, 19% úr øðrum londum í Europa, og tey síðstu 9% vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Europa. Viðmerkjast skal, at í hesi grein umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini . Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar. Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag. Javnur árligur vøkstur Av myndini frammanfyri sæst, at tað er ein javnur árligur vøkstur bæði í gistinætum og í innskrivingum. Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum og í innskrivingum. Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda. Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan. Flestu gistingar hjá fólki úr Danmark Flestu gistingarnar fyrra hálvár 2019, svarandi til 31%, vóru hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark. Síðani vóru tað gistingar hjá ferðafólki úr øðrum norðurlondum við 21% og áleið tað tað sama var talið av gistingum hjá føroyingum sjálvum við 20% og ferðafólki hjá fólki úr øðrum londum í Europa. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 9%. Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga tgrannalondunum Íslandi og Noregi, men eisini úr Norðuramerika, Bretlandi og Týsklandi. Størsti vøksturin í tali er hjá fólkið, búsitandi í Norðuramerika, svarandi til ein vøkstur á 64% og síðani úr Íslandi, svarandi til ein vøkstur á 34%. Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
16 | Tó er væntandi, at tann stóra fráflytingin, ið vanliga fer fram í august, togar talið nakað niðuraftur. Men tað verður bara tann eina mánaðin, tí eftir tað kemur talið skjótt uppaftur og fara teir næstu mánaðirnar við verandi gongd enn longur upp um 52-túsund. Uppgerðin av fólkatølunum er nú trendað, so til ber at lýsa gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik – so sum ymiska gongdin í juli og august - og aðrar tilvildarligar broytingar frá einum mánað til annan. Tað ger, at vit kunnu samanbera fólkatalið mánaðarliga, hóast mánaðirnir eru ymiskir. Við trendinum kunnu vit til dømis samanbera juli og august, hóast juli er stóri tilflytimánaðurin, og august hinvegin er stóri fráflytimánaðurin. Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur Trendurin vísir, at fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/ Tá vóru vit á umleið 300 í tali. Fleiri og fleiri leggjast afturat, og vøksturin í fólkatalinum er spakuliga øktur øll hesi árini síðani tá. Á leið 75 fólk leggjast nú afturat mánaðarliga, og tann trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram. Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 50 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í einari fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í 150 mánaðarliga, og tilflytingin sær út til at halda fram at vaksa. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 50 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við eini 25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp í góð 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital á stívliga 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini. Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um 30 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí um 20-30 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. |
17 | Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í mai vóru um 350 menn og 250 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Dagførdu løntakaratølini við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum. |
18 | Útoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í oktober var parturin hjá monnum umleið 560 milliónir og 330 milliónir hjá kvinnunum. Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. |
19 | Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 300 í tali, eru vit nú vorðin knappliga Hesi fimm árini er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 75 fólk afturat mánaðarliga, og trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram. Ójavnur vøkstur um landið Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 381 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma Vágar við 81 fólkum, Norðoyggjar við 80, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 40 fólkum og Suðuroy við 32 fólkum. Í Sandoyar sýslu er fólkatalið minkað við Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vágum við 2,5%, Eysturoy við 2,3% og síðani Tórshavnarøkið við 1,9%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar við 1,3, Streymoyarøkið annars við 0,8% og Suðuroy við 0,7%. Minkingin í Sandoyar sýslu svarar 0,5%. Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum í mun til fólkatalið er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. So er enn, men hesin parturin er minkaður nakað, meðan Eysturoyggin tekur ein veksandi part av fólkavøkstrinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minkandi part av fólkavøkstrinum. Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 267 fólk svarar til stívliga 30% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Til samanberingar búgva stívliga 38% av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 403 fólk, svarandi til 44% av øllum fólkavøkstrinum. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men vøksturin her svarar til 9% av øllum fólkavøkstrinum. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var 4%. Leggjast kann aftrat, at burðaravlopið var negativt í Sandoyar sýslu, t.v.s. at fleiri doyði enn tað vóru fødd. Í Suðuroy var onki burðaravlop, og eftir fólkatalinum var burðaravlopið í Norðoyggjum, roknað eftir fólkatalinum, útvið helvtin av burðaravlopinum í Eysturoy, Vágum og Streymoyarøkinum sum heild. Hesi síðstu seks árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey teirra, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið jan. 2014 til vísitalið meðan fólkatalið er vaksið 6-11% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Kommunurnar: vøksturin lutfalsliga størstur í kommunum í Eysturoy og Vágum Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 390 fólkum, Runavíkar við 104 og Klaksvíkar við Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum. Lutfalsliga var størsti vøksturin hjá kommunum í Eysturoy og í Vágum. Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Fuglafjarðar kommunu við 3,3%, Eiðis kommunu eisini við 2,8%, Runavíkar kommunu við 2,6%, og Eystur kommunu við 2,1%. Til samanberingar var vøksturin í Tórshavnar kommunu 1,8%. Í Norðstreymi vaks Vestmanna kommuna við 2,1% og í Vágum vaks Sørvágs kommuna við 3,0% og Vága kommuna við 2,2%. Samanumtikið er vøkstur í 21 kommunum, óbroytt í einari og minking í Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali. Vøkstur í stóru oyggjunum, flestu útoyggjar halda tørn Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy, Vágoy og Streymoy. Eitt sindur minni vøkstur í Borðoy og ein lítil vøkstur í Suðuroy, meðan ein lítil minking er í Sandoy. Av smærri oyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur Kunoy meðan tað minkar í Viðoy. Av útoyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, meðan tað minkar í Fugloy, Hestoy, Nólsoy og Skúvoy. Kalsoy, Mykines og Stóra Dímun halda tørn við sama fólkatali. |
20 | Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið rættiliga støðugur síðani Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í august vóru um 600 menn og 500 kvinnur í løntakaraskaranum. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. |
21 | Størsti vøksturin er í innflutningi av skipum, har vit hava innflutt fyri næstan 600 mió. kr. seinastu 12 mánaðirnar. Undanfarna ári var tað bert 11 mió. Um vit ikki telja skipini við, var innflutningurin áleið tann sami seinasta árið sum undanfarna ár. Tað er stór minking í innflutninginum av maskinum og amboðum og eisini er nakað minni innflutt av byggitilfari. Hinvegin er meir innflutt av tilfarið til annan ídnað og eisini er innflutningurin av fóðri vaksin. |
22 | Samanborið við árið frammanundan er talan um vøkstur á eina mia. kr. Toskaútflutningurin er vaksin góðar 300 mió. kr og útflutningurin av makreli er vaksin 350 mió. Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av og har er vøksturin omanfyri hálva mia. kr. Av samlaða fiskavøruútflutninginum er laksur 45%. Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er minkað eitt sindur og er tað serliga tí minni er útflutt av svartkjafti. Nøgdin av laksi vaks 23% meðan virði vaks 17%. Fyri makrel var vøksturin í nøgd 36% meðan virði vaks 54%. |
23 | Samanumtikið er nøgdin av botnfiski vaksin stívliga 13% og avreiðingarvirðið góð 27% higartil í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað er toskur og hýsa, sum draga botnfiskanøgdina upp – ávikavist 62 og 71% fleiri tons í ár. Smá 17% minni av upsa er avreiddur í ár. |
24 | Úr nýggju hagtalsuppgerðini um virksemið í kommunulæknaskipanini kunnu vit m.a. síggja, at í 2018 vóru í miðal 3 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst og fólk yvir 75 ár vitja kommulæknan mest í Norðoyggjum og í Suðuroy eru 1-2% av viðtalunum uttan fyri dagtíð, samanborið við 12% í Suðurstreymi út við 4% av øllum viðtalum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands Viðmerkjast skal, at uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir og kanningar, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum. Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum. Samlaða talið av viðtalum í 2018 var knappliga 000, ið var 000 ella 6% fleiri enn árið frammanundan. Av teimum 000 vóru útvið 000 viðtalur, svarandi til 4%, hjá fólki við bústaði uttanlands. Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2018 til 3 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Eitt sindur av muni er millum økini í landinum, tá viðtalur verða roknaðar í mun til fólkatalið í økjunum. Lægst er talið í Suðurstreymoyar økinum við 2,8 viðtalum pr. íbúgva, og hægst í Sandoyar økinum við 4,6 viðtalum pr. íbúgva. Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað er stórur munur millum bústaðarøkini í broytingini bæði frá 2016 til 2017 og frá 2017 til T.d. hevur tað stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki og í staðin koma skiftandi avloysarar, sum m.a. sæst í broytingini frá 2016 til 2017 í Suðuroy. Hinvegin hendir tað øvugta í Norðoyggjum og í Vágum frá 2017 til 2018, tá fastir kommunulæknar koma í starv í staðin fyri skiftandi avloysarar. Hetta er eisini ein høvuðsorsøk til stóra munin í vøkstrinum hesi árini. Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 93%, fer fram í dagtíð, t.v.s. mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og Hálvtfjórða % fara fram í sonevndari A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og onnur hálvtfjórða % fara fram í sonevndari B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum. Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilir Suðurstreym seg burturúr við 88% av viðtalunum í dagtíð, t.v.s. 12% uttan fyri dagtíð, samanborið við t.d. Norðoyggjar og Suðuroy, har 98-99% eru í dagtíð, t.v.s. bert 1-2% er uttan fyri dagtíð. Hetta kann koma av, at tað hava manglað kommunulæknar í Tórshavn og samstundis hevur atgongdin til kommunulæknavaktina har verið lættari enn aðrastaðni. Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, síggja vit, at 56% av viðtalunum eru við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk. Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar pr. íbúgva í 2018 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,4 - 1,5, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er oman fyri 6 viðtalur pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. Hagtøl um kommunulæknavirksemi eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
25 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin. Arbeiðsloysið var 0,9% í septembur, samanborið við 1,3% í septembur í fjør. Gongdin vísir, at lága arbeiðsloysið stendur við. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í septembur var arbeiðsloysið 0,7% hjá monnunum og 1,0% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 1,3% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Seinast tað var so lágt hjá monnunum var í mai 2008, tá tað var 0,8%.Seinast arbeiðsloysið hjá kvinnum var so lágt var í juni 2008, tá tað var 1,5%. Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. |
26 | Knappar 870 milliónir í november - vøksturin í lønargjaldingunum stendur við |
27 | Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísur ein støðugan vøkstur í lønargjaldingunum. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í november var parturin hjá monnunum smá 65% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 35%. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. |
28 | Fólkatalið var 999 tann nov. og vaks sostatt við 806 fólkum seinasta 12-mánaðarskeiðið frá nov. 2018 til nov. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272 og eini nettotilflyting á Landafrøðiliga er fólkavøksturin ójavnur út um landið, í tali størstur í Tórshavnarøkinum, men lutfalsliga størstur í Eysturoy og Vágum, nakað minni í Streymoy og Norðoyggjum, lítil í Suðuroy og ongin í Sandoy. Trendurin vísir áhaldandi fólkavøkstur Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 300 í tali, eru vit nú vorðin um Hesi fimm árini er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast umleið 70 fólk afturat mánaðarliga, og trendurin við áhaldandi fólkavøkstri tykist at halda fram. (trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 45 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í eini 140 mánaðarliga. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 45 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. (trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum Burðaravlopið økir um fólkatalið við eini 25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men at trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú spakuliga tykist at økjast upp móti eini 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital útvið eini 700 árliga, og so høgt hevur tað ikki verið síðstu 14 árini. Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um stívliga 30 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí útvið 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. (trýst á myndirnar, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum Ójavnur vøkstur um landið Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 321 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma, Norðoyggjar við 97 fólkum, Vágar við 79, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 25 fólkum og Suðuroy við 19 fólkum. Í Sandoyar sýslu er fólkatalið minkað við Lutfalsliga var størsti vøksturin í Vágum við 2,4%, Eysturoy við 2,3% og síðani Tórshavnarøkið og Norðoyggjar við 1,6% hvør. So er eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,5% og Suðuroy við 0,4%. Minkingin í Sandoyar sýslu svarar 0,2%. Miðøkið - Streymoy, Eysturoy og Vágar - tekur meginpartin av fólkavøkstrinum Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. Men tá vit rokna í mun til fólkatalið, so taka Eysturoyggin og Vágar ein størri lutfalsigan part. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum tó er javnt stórur við teirra part av øllum fólkatalinum. Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 268 fólk svarar til stívliga 33% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Til samanberingar búgva stívliga 38% av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 321 fólk, svarandi til 40% av øllum fólkavøkstrinum. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og vøksturin her svarar júst til teirra part av øllum fólkatalinum. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 10%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara hálvttriðja %. Íkastið frá ávikavist burðaravlopið og nettotilflyting sera ymiskt kring landið Broytingin í fólkatalinum, vøkstur ella minking, kemur lutvíst av burðaravlopinum og lutvíst av nettoflytingini. Av myndini omanfyri sæst, at í Vágum, Eysturoy og Norðoyggjum er tað nettoflytingin, ið hevur mest at siga fyri fólkavøksturin, serliga í Vágum og Eysturoy. Tá tað kemur til íkastið frá burðaravlopinum er tað javnt ovast í Eysturoy og Streymoy, eitt sindur minni í Vágum og Norðoyggjum, meðan tað er beinleiðis negativt bæði í Sandoy og Suðuroy, serliga í Sandoyar sýslu, har negativa burðaravlopið er størri enn nettoflytingin og tí førir til eina minking í fólkatalinum. Hesi síðstu seks árini hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey teirra, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið jan. 2014 til vísitalið meðan fólkatalið er vaksið 6-11% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða ella minking í Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Kommunurnar: vøksturin lutfalsliga størstur í kommunum í Eysturoy og Vágum Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 319 fólkum, Runavíkar við 106 og Klaksvíkar við Samantikið er størsti vøksturin í kommununum í miðøkinum, t.v.s. í Eysturoy, Streymoy og í Vágum. Lutfalsliga var størsti vøksturin hjá kommunum í Eysturoy og í Vágum. Í Eysturoy er størsti lutfalsligi vøksturin í Fuglafjarðar kommunu við 4,3%, Eiðis kommunu við 3,2%, Runavíkar kommunu við 2,6% og Eystur kommunu við 2,3%. Til samanberingar var vøksturin í Tórshavnar kommunu 1,5%. Í Norðstreymi vaks Vestmanna kommuna við 2,0% og í Vágum vaks Sørvágs kommuna við 2,6 % og Vága kommuna við 2,3%. Samanumtikið er vøkstur í 22 kommunum, meðan fólkatalið minkar í Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali. Vøkstur í stóru oyggjunum - av útoyggjum minkar í Skúgvi og í Hesti Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Borðoy og Streymoy. Óbroytt í Sandoy. Av smærri oyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy og Kunoy, meðan tað minkar í Viðoy, í Hestoy og Skúvoy. Her er Skúvoy nú komin niður á 30 fólk og Hestoy farin niður um Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti. Hinar útoyggjarnar halda tørn. Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
29 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin. Arbeiðsloysið var 0,8% í oktober, samanborið við 1,2% í oktober Tað svarar til knappliga 250 fulltíðararbeiðsleys. Gongdin vísir, at lága arbeiðsloysið stendur við. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í oktober var arbeiðsloysið 0,8% hjá monnum og 0,9% hjá kvinnum. Arbeiðsloysi er sostatt næstan eins hjá báðum kynum. Sama mánað í fjør var tað 1,0% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum. Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. |
30 | Hesir eru matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Dagførdu tølini vísa, at umsetningurin í ársfjórðingi 2019 samanborin við sama ársfjórðing 2018, vaks mest fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur. Um hædd verður tikin fyri prísbroytingum fæst mát fyri, hvussu stórar mongdir av vørunum eru farin yvir um handilsdiskin. Árliga broytingin er tá millum 3 og 4 prosent vøkstur av mati og klædnavørum, meðan mongdin av húsbúnaði er óbroytt í ársfjórðingi 2019 samanborin við ársfjórðing Trendurin í umsetninginum fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir, at umsetningurin fyri henda vørubólkin var 5,4 prosent hægri í ársfjórðingi 2019 í mun til ársfjórðing Taka vit hædd fyri prísbroytingum fyri somu ársfjórðingar fyri henda vørubólkin, so sæst, at mongdin av hesum vørum er vaksin 3,7 prosent. Fyri vørubólkin klæðir og fótbúnaður vaks umsetningurin og mongdin av seldum vørum 3 prosent frá ársfjórðingi 2018 til ársfjórðing Fyri henda vørubólkin hevur miðalprísurin verið sera støðugur seinastu 10 árini, og vísitølini fyri virði av umsetningi og mongd av seldum vørum fylgjast tískil at í tíðarskeiðinum. Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin nærum 3 prosent minni í ársfjórðingi 2019 í mun til ársfjórðing Miðalprísurin í hesum vørubólki er lækkaður nærum 2 prosent hetta tíðarskeiðið, og við umrokning av virði til mongdir sæst, at mongdin av seldum innbúgvi og útgerð er eins stór hesi tíðarskeiðini. |
31 | Nú desember-mánaður í 2019 er uppgjørdur eru lønargjaldingarnar gjørdar upp fyri árið. Útgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri. Vøkstur í lønargjaldingunum er støðugur. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Í 2019 var parturin hjá monnunum 62,8% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 37,2%. Tað er næstan sama býtið sum árið fyri, tá menninir áttu 62,6% og kvinnurnar 37,4% av lønargjaldingunum. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. 63,7% av lønargjaldingunum vóru í 2019 útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20,1% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 16,2% í byggivinnu og aðrari tilvirking. |
32 | Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum. Vøksturin í løntakaratalinum hevur verið rættiliga støðugur síðani Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í oktober vóru um 500 menn og 400 kvinnur í løntakaraskaranum ella 52% menn og 48% kvinnur. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. |
33 | Tað var longu august, at fólkatalið fóru upp um 000, men so var minkingin, tá nógv ungfólk fara av landinum í lestrarørindum. Nú des. eru vit so aftur komin upp um 52-túsund, men enn mangla nøkur fá í, at vit komu upp um talið frá august. Óvissur trendur um tilflyting og føðital Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga. Hesar síðstu mánaðirnar vísir trendurin í aðru og triðju myndum niðanfyri tó, at tilflytingin ikki er veksandi eins og frammanundan. Nakað tað sama sæst við føðitalinum, men broytingarnar eru so smáar, at ikki ber til at siga, um hesin trendurin heldur fram ella um tað broytist hinvegin aftur við næstu mánaðarligu uppgerð. Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 45 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í stívliga 140 mánaðarliga. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 45 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini. Trendurin síðstu tvey árini gevur eina ábending um, at talið av føddum børnum nú liggur millum 55-60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og telur um stívliga 30-35 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí útvið 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. Ójavnur vøkstur um landið Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum økjum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum økini. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 335 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma, Norðoyggjar við 89 fólkum, Vágaøkið við 81, Streymoyarøkið annars við 20 fólkum og Suðuroy við 3 fólkum. Í Sandoyarøkinum er fólkatalið minkað við Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar og Vágaøkinum við 2,5% hvør. So er eitt lop niður til Tórshavnarøkið við 1,7% og Norðoyggjar við 1,5% hvør. So er aftur eitt størri glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,4% og Suðuroy við 0,1%. Minkingin í Sandoyarøkinum svarar 0,3%. Verður hugt eftir einstøku kommunum er størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er stórur munur teirra millum, har Runavíkar kommuna veksur við 3,1% og Tórshavnar við 1,5%. Sum heild er vøksturin stórur í Eysturoyar kommunum, umframt í Runavíkar, so í Fuglafjarðar kommunu við 3,4%, Eystur kommunu við 2,0%, Sjóvar kommunu við 2,3% og Eiðis kommunu við 4,4%. Hinvegin var vøksturin bara 0,5% í Nes kommunu. Í Norðoyggjum svarar vøksturin í Klaksvíkar kommunu til miðaltalið fyri alt landið við 1,6%. Stórur vøkstur var í Kunoyar kommunu við 6,8% og minking í Viðareiðis kommunu við 3,6%. Í Vágaøkinum var vøskturin eins stórur í Vága og Sørvágs kommunu við 2,5%. Í Sandoyarøkinum var stór minking í Skopunar og í Skúvoyar kommunu við ávikavist 3,7% og 7%. Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins og Vágs kommunu og minking í hinum trimun kommununum. |
34 | Miðal árligi vøksturin verður gjørdur upp við at rokna miðal av fýra ársfjórðingum og samanborið við miðal av somu ársfjórðingum árið undan. Um hugt verður eftir miðal árligu broytingini fyri hvørja uppgerð, so sæst, at árliga broytingin hevur ligið millum 1 og 1,5 prosent seinastu tvey árini. ![200115 Brúkaraprístalið, árlig miðal Samanbering av brúkaraprísum fyri ársfjórðing 2019 í mun til sama ársfjórðing í 2018 vísir millum annað, at prísir á klæðum og fótbúnaði eru øktir mest við 5,6 prosentum og prísir fyri mat- og drykkjuvørur, ið er størsti vørubólkurin í vektargrundarlagnum, eru øktir 2,3 prosent. Vørubólkurin “Býli” er næstur “Matur og drekka” í stødd í vektargrundarlagnum, og eru miðalprísirnir í hesum vørubólki óbroyttir seinasta árið. Í hesum vørubólki er tó ymiskt, hvussu gongdin hevur verið, m.a. eru rentuútreiðslur til sethús minkaðar við 4,6 prosentum og prísurin á húsaleigu er øktur 5,9 prosent. images/200115CPI2019Q4Tpng) Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum. |
35 | Toskaútflutningurin er vaksin 270 mió. kr og útflutningurin av makreli og sild er vaksin um 300 mió. hvørt Tað er framvegis laksur vit útflyta mest av og har er vøksturin omanfyri 700 mió. kr. Samlaða útflutta nøgdin av fiskavørum er vaksin 7%. |
36 | Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap. Uppsjóvarfiskur og fiskiskapurin í Barentshavinum, er ikki við í hesi uppgerð. Avreiðingarvirðið aftur oman fyri milliardina Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í avreiðingarnøgdunum neyvt, sum sæst á myndini omanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir eisini avgerandi. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir kr. í miðal árini 2000- Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið um 800 millliónir kr. Í fjør var avreiðingarvirðið ein góð milliard kr., sum er um 133 milliónir kr. meira enn í 2018, ella 14%. Tað er virðið á toskinum, 158 milliónir kr. fleiri enn í 2018, sum togar avreiðingarvirðið upp í Í talvuni niðanfyri síggjast avreiðingarnar í nøgd og virði fyri úrvald fiskasløg í 2018 og Toska-, hýsu- og upsaveiðan seinastu árini Nógv fleiri tons av toski vórðu avreidd í 2019 – góð 25 túsund tons, sum er 45% meira enn í Eisini virðið á toskinum vaks nógv - úr 345 upp í 503 milliónir kr. - eitt meirvirði á 158 milliónir kr., sum er 46% vøkstur. Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu nógvu árini - í miðal um góð 11 túsund tons seinastu 10 árini (2009-. Tey góðu 000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er nógv frægari enn seinastu nógvu árini, og á hædd við nøgdirnar fyrst í øldini. Hýsunøgdin er eisini vaksin nógv í 2019 í mun til 2018 – 700 tons og virðið góðar 27 milliónir. Hýsunøgdin er framhaldandi lág, sjálvt um hon í 2019 er tann besta í 12 ár. Í fjør vórðu avreidd 500 tons, samanborið við um 000 tons í miðal árini 2001- Meðan toska- og hýsunøgdin í miðal hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst nakað støðugari. Men seinastu árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, einans góð 18 túsund tons í fjør, eitt fall í mun til í 2018 á góð 3 túsund tons. Til samanberingar vórðu í miðal árini 2005-2010 avreidd góð 53 túsund tons av upsa. Dagførd hagtøl av avreiðingunum til og við 2019 eru tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðar upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar. |
37 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin. Arbeiðsloysið var 0,9% í november, samanborið við 1,2% í november Tað svarar til góð 250 fulltíðararbeiðsleys. Gongdin vísir, at lága arbeiðsloysið stendur við. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í november var arbeiðsloysið 0,8% hjá monnum og 1,0% hjá kvinnum. Sama mánað í 2018 var tað 1,0% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum. Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. |
38 | Rakstraravlopið fyri 2016 og 2017 er hækkað upp í góðar 3 mia. kr. í mun til umleið hálva aðru milliard krónur árini 2014 og Stóra avlopið stavar serstakliga frá nógva vøruútflutninginum í 2016 og Orsøkin er aldur laksur og pelagiskur fiskur, sum eru við til at vaksa um virðið av útflutninginum av vørum og harvið økja um ognina av fremmandum gjaldoyra. Eitt nú var útflutningsvirði av laksi umleið eina milliard krónur størri í 2017 enn í Men størri inntøkur frá sølu av tænastum til umheimin, eitt nú innan ferðavinnu og flutning, hava gjørt, at hallið á tænastujavnanum er minkað. Ein fittur partur av vøkstrinum frá 2016 til 2017 stavar frá hækkandi rakstrarflytingum, so sum tryggingarendurgjøldum úr útlandinum. Tænastuhandilin við umheimin er grundaður á spurnabløð, ið Hagstovan sendir út til ávísar fyritøkur. Av tí sama er ein ávís óvissa um hesi tølini. Í uppgerðini av rakstrarviðskiftum gjaldsjavnans fyri 2016 og 2017 liggur hallið á tænastujavnanum ávikavist 289 og 384 mió. kr. Sostatt er hallið á tænastujavnanum nakað lægri í 2016 og 2017 samanborið við árini frammanundan. Útflutningurin av tænastum er vaksandi meðan innflutningurin sær út til at standa í stað. Um hugt verður eftir útgreiningini av tænastuhandlinum sæst, at útflutningurin av ferðavinnutænastum hevur havt ein áhaldandi vøkstur seinastu árini. |
39 | Tað almenna, fíggjarfyritøkurnar og húsarhaldini hava økt um nettoognina við sløkum 10 mia. kr. tíðarskeiðið 2013 til 2017, meðan vinnufyritøkur hava hækkað sína nettoskuld við sløkum 4 mia. kr. Størsta broytingin sæst í ognini hjá fíggjarfyritøkunum uttanlands, ið vaks við góðum 5 mia. kr. hetta tíðarskeiðið. Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í lánsbrøvum. Lánsbrævaognin er vaksin knappar 4,4 mia. kr. síðani Eisini eru íløgurnar í útlendsk partabrøv hækkaðar 4 mia. kr. úr 2,6 mia. kr. upp í 6,6 mia. kr. Sløk helvtin av skuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv, og er henda skuldin vaksin við góðum 5 mia. kr. frá 2013 til Lániskuldin til umheimin er lækkað við góðum 2 mia. kr. í tíðarskeiðnum. Annars kann sigast at uttanlandaskuldin fyri øll fíggjarsløg hevur ligið á nøkulunda sama støði árini 2015 til |
40 | Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið millum 21 og 26 síðan á sumri 2017, men er hesaferð frá kanningini í januar komið upp á Í januar 2017 var talið 31 annars skulu vit heilt aftur til juli 2014 fyri at finna eitt tal sum er hægri, tá var tað Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit í ymsu kanningunum. Úrslit frá øllum 5 kanningum eru at finna í talvum í hagtalsgrunninum. |
41 | Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga. Hesin trendurin sæst í myndini niðanfyri, har vøksturin í fólkatalinum ikki sær út til at vikna. Hetta kemur serliga av, at síðstu árini hevur verið ein veksandi tilflyting og minkandi fráflyting – hóast trendurin teir síðstu mánaðirnar vísir eina lítla minking í tilflytingini og lítlan vøkstur í fráflytingini. Hinvegin vísir trendurin ikki serligar broytingar í føðitalinum og deyðatalinum. Nettoflytingin økir um fólkatalið við eini 45 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp í stívliga 140 mánaðarliga. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú á leið 45 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal millum 55- 60 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí útvið 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. Ójavnur vøkstur um landið – størstur í miðøkinum Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar. Stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 350 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma Vágar við 78 fólkum og Norðoyggjar við 72 fólkum, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 33 fólkum og Suðuroy við 7 fólkum. Í Sandoyar sýslu er fólkatalið minkað við Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoy við 2,5% og Vágum við 2,4%. So er eitt lop niður til Tórshavnarøkið við 1,8% og Norðoyggjar við 1,2%. So er aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,7% og Suðuroy við 0,2%. Minkingin í Sandoyar sýslu svarar 0,1%. Í myndini niðanfyri er fólkatalið í øllum høvuðsøkjum í landinum sett til 100 í jan. 2014, so vit kunnu síggja prosentvísu gongdina frá hesum degi fram til jan. Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágum við 10-12%, síðani í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum annars við 6-7%, meðan ongin vøkstur hevur verið sunnanfjørðs í Sandoyar og Suðuroyar sýslum. Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her. Fólkatølini eru ein mánað afturút Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt. Stutt um fólkatølini Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni. Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond. Stutt um trendin Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum. |
42 | Í 2009 innfluttu vit fyri 4,2 mia. kr., so hesi tíggju árini er innflutningurin næstan tvífaldaður. Tó var 2009 eitt ár, har innflutningurin minkaði nógv vegna fíggjarkreppuna. Tað er minni innflutt av maskinum og amboðum, og vit hava eisini keypt brennievni fyri 150 mió. kr. minni enn í Í hinum vørubólkunum er vøkstur í innflutninginum. Størsti vøksturin er í tilfari til annan ídnað. |
43 | Serliga stórur vøkstur í 2019 Á myndini niðanfyri sæst, at tað hevur verið ein javnur árligur vøkstur bæði í gistinætum og í innskrivingum, síðan byrjað varð við skrásetingini av gistingarhagtølum í Men her sæst eisini, at vøksturin í 2019 var munandi størri enn árligi vøksturin árini frammanundan. Undir myndini er lýst, hvat er ein gistinátt og hvat er ein innskriving. Viðmerkjast skal eisini, at her umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar. Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag. Í 2019 var stórur vøkstur tíðliga á sumri og seint á heysti Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum og í innskrivingum. Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda. Tó er merkisvert, at vøksturin nú er stórur longu í apríl, mai og juni, og sama er um heystið, har tað er serliga stórur vøkstur í oktobur og novembur. Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan. Sum árini frammanundan vóru flestu gistingar hjá fólki úr Danmark Flestu gistingarnar í 2019 vóru hjá fólki, sum eru búsitandi í Danmark, svarandi til 30%. Soleiðis er á hvørjum ári. Síðani vóru næstflestu gistingarnar hjá føroyingum sjálvum við 18%, sum eisini er vanligt á hvørjum ári. Tá londini verða tikin saman í størri bólkum, koma onnur evropeisk lond uttan fyri Norðurlond við 23% og Norðurlond uttan Føroyar við 19%. So er eitt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Amerika, Asia, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 10%. Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast og úr Noregi á triðja plássi, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir men eisini úr meira fjarstøddum londum. Merkisvert er, at eftir Danmark, Føroyar og Noreg kemur Norðuramerika, áðrenn Bretland, Ísland, Svøríki og Týskland. Størsti vøksturin í tali er hjá fólkið, búsitandi í Norðuramerika við 700, svarandi til ein vøkstur á 61% og síðani úr Danmark við 600, svarandi til ein vøkstur á 8%. Lutfalsliga er eisini sera stórur vøkstur úr Spania við 65%, Fraklandi við 46% og Bretlandi við 37%. Merkisvert er eisini, at størsta minkingin í gistinætum er hjá føroyingum sjálvum við næstan 000, svarandi til eina minking á 6%. Í miðal gista ferðafólk úr útlondum góða hálvatriðju nátt, føroyingar hálvaaðru Út frá upplýsingum um tal av gistingarnætrum og innskrivingum ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í talvuni niðanfyri, har gistingarlongdin hjá føroyingum sjálvum og hjá útlendingum er gjørd upp hvør fyri seg (føroyingur er her ein, sum er búsitandi í Føroyum, og útlendingur, ein sum er búsitandi uttanlands). Stórur munur er her millum miðal gistingarlongd hjá føroyingum og hjá útlendingum. Hjá útlendingum er gistingarlongdin góðar hálvatriðju nátt og hjá føroyingum góða hálvaaðru nátt. Her verður roknað við gistingarlongd á sama gistingarstað og ikki roknað við, at somu persónar kunnu gista á ymiskum gistingarplássum á somu ferð. Góð 40% eru í starvsørindum – lítil munur millum føroyingar og útlendingar Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini. Her er endamálið býtt í tvey, frítíðar- ella starvsferð. Tølini vísa at bæði í 2018 og 2019 er mynstrið tað sama: 42% av gestunum eru í starvsørindum og 58% á frítíðarferð. Men býta vit sundur millum føroyingar og útlendingar er ein lítil munur: hjá útlendingum er lutfallið millum frítíðar- og starvsferðir ávikavist 58% og 42%, og hjá føroyingum ávikavist 60% og 40%. Ein munur er eisini her í broytingini frá 2018 til hjá føroyingum økjast tey við starvsferðarørindum úr 37 upp í 40%, meðan tey hjá útlendingum minka úr 44 til 42%. So býtið millum frítíðar- og starvsferðir hjá gistingarhúsgestum er nakað tað sama hjá føroyingum og útlendingum. |
44 | Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í % av fólkatalinum, er sostatt er 85,4%, roknaður fyri bæði kyn. Hjá monnum er vinnutíttleikin 87% og hjá kvinnum nærum eins stórur við 84%. Samanborið við onnur lond er vinnutíttleikin í Føroyum tann størsti í Europa, við Íslandi næst aftanfyri. Síðstu 5 árini er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 000 fólkum. Vøksturin er javntbýttur millum kynini við umleið 000 fólkum hjá hvørjum. Hetta er eitt av høvuðsúrslitunum av arbeiðsfjøldarteljingini, sum Hagstovan gjørdi í november í fjør. Nógv fleiri og útgreinað úrslit eru at finna í hagtalsgrunninum. Aftast í hesi grein er stutt frágreiðing um arbeiðsfjøldarteljingina. Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum. Í talvuni niðanfyri sæst arbeiðsfjøldin og vinnutíttleikin í høvuðsøkjum kring landið. Í tali er arbeiðsfjøldin av góðum grundum størst í Suðurstreymi, har mesta fólkið býr. Men í mun til fólkatalið er hon størst í Eysturoy við knappliga 88%, síðani í Suðurstreym við stívliga 86%, í Norðoyggjum við knappliga 86%, síðani í Norðstreymi við stívliga 84% og í Vágum við stívliga 82%. Minstur er vinnutíttleikin í Sandoyar og Suðuroyar økjum við stívliga 79%. Eftir kyni er vinnutíttleikin hjá monnum størstur í Eysturoy við 90% og minstur í Sandoy og Suðuroy við 80-81%. Hjá kvinnum er hann størstur í Norðoyggjum, í Suðurstreymi og í Eysturoy við 85-86% og minstur í Sandoyar øki við 77%. Føroyski vinnutíttleikin størstur í Europa Vit hava sæð tað eisini í undanfarnu kanningum, at í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Europa. Einans í Íslandi er hon næstan líka stór. Tað verður eisini váttað við uppgerðini hesaferð. Á myndini niðanfyri eru Føroyar samanbornar við 35 onnur lond í Europa, sambært hagtalsgrunninum hjá Eurostat. Tá vit samanbera úrslitini fyri bæði kyn tilsamans, eru Føroyar fremst við einum vinnutíttleika á 85% og síðani Ísland við 81%. Síðan er eitt glopp niður til Sveits við 76% og Svøríki við Estland, Niðurlond, Noreg, Týskland, Danmark, Bretland og Litava liggja um 70-72%. Miðaltalið fyri tey 28 ES-limalondini (Bretland íroknað) er 65%. Lægstur er vinnutíttleikin í Turkalandi og Italia við 56-57%. Hjá monnum eru Føroyar á odda við 87% og síðani Ísland við 84%. Í Danmark er talið 74%. ES-miðaltalið er 71%. Lægstur er vinnutíttleikin hjá monnum í Kroatia, Belgia, Fraklandi og Italia við 63-66%. Hjá kvinnum er vinnutíttleikin nógv størstur í Føroyum við 84%, síðani í Íslandi við 77%. Í Danmark er hann 66%, og ES-miðaltalið er Lægsti vinnutíttleikin hjá kvinnum er í Turkalandi við 37% og Italia við 48%. Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum enn í Føroyum er vinnutíttleikin hjá kvinnum munandi lægri enn hjá monnum. Í Føroyum eru bara 3%-stig á muni, 7% í Íslandi, í Danmark 8% og í miðal fyri tey 28 ES-londini er munurin 11%-stig. Nógv størsti kynsmunurin er í Turkalandi við 76% hjá monnum men bert 37% hjá kvinnum. Vinnutíttleikin stórur frá teim yngstu til tey elstu Bæði hjá monnum og kvinnum er ein tann størsti munurin millum Føroyar og Ísland og hini londini, at tey ungu í hesum báðum londum eru nógv meira vinnuliga virkin enn aðrastaðni, og at tey eldru eru nógv longri vinnuliga virkin enn aðrastaðni. Bæði í Føroyum og Íslandi eru tey ungu longu áðrenn 20-ára aldur uppi á umleið 75% í vinnutíttleika, samanborið við 50% í Danmark og um 20% í ES-londunum sum heild. Enn størri er munurin hjá teimum eldru. Og tá tað snýr seg um tey elstu 65-74 ára gomlu eru Føroyar í serstøðu við einum vinnutíttleika á 50%, í Íslandi út við 35% meðan hann er niðri á 10%-15% í Danmark og ES-londunum sum heild. Eisini skilja føroysku kvinnurnar seg burturúr, har tær í aldursbólkunum frá 35 árum og allan vegin fram eru langt oman fyri kvinnurnar í hinum londunum í vinnutíttleika, t.d. við meir enn 95% í aldursbólkinum 45-55 ár, og við 45% í aldursbólkinum 65-74 ár, samanborið við eini 10% hjá kvinnum í Danmark og í miðal fyri ES-londini. |
45 | Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin. Arbeiðsloysið var 1,1% í januar, samanborið við 1,3% í januar Tað svarar til 315 fulltíðararbeiðsleys. Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í januar var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnum og 1,2% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 1,2% hjá monnum og 1,6% hjá kvinnum. Myndin niðanfyri vísur arbeiðsloysi eftir øki. Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í januar høvdu góð 60% av teim arbeiðsleysu verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir og 40% longri enn tríggjar mánaðir. |
46 | Fosturtøkurnar ein fjórðingur av tí sum var fyri tríati árum síðani |
47 | Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum. Í seinni helvt av 1980-unum var talið av fosturtøkum av tí mesta, um 80-85 árliga Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður móti 60 Seinni helvt av 90-unum niður um 50 Eftir aldarskiftið í nullunum niður móti 40 Í fyrru helvt av 2010’unum niður móti Nú í seinni helvt av 2010’unum niður móti 20 Nú er talið av kvinnum í burðarførum aldri nógv broytt hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir. Serlig minking í teim yngru og teim eldru aldursbólkunum Samanbera vit aldursbýtið í fosturtøkutíttleikanum – roknaður eftir talinum av kvinnum í hvørjum aldursbólki – so er mynstrið tað sama sum í 1990-unum og fyrstu 2000-unum, bara á einum nógv lægri stigi í øllum aldursbólkum: Lægsti títtleikin er hjá teim yngstu kvinnunum. So veksur tað til tað mesta í aldursbólkinum 25-29 ár, og minkar síðani stútt niður í lítið og onki hjá teim elstu 40 ára gomlu og eldru. Fosturtøkutíttleikin í Føroyum nógv lægstur í Europa. Sambært upplýsingum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, kunnu vit eisini samanbera fosturtøkur í Føroyum við tað sama í 45 øðrum europeiskum londum, roknað sum tal av fosturtøkum pr. 000 livandi fødd. Her er lægsti títtleikin at finna í Føroyum, meðan hann er 8 ferðir hægri í ES sum heild, umleið 12 ferðir hægri í Íslandi og Danmark og 17 ferðir hægri í Russlandi. Dagførdu hagtølini úr Føroyum eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
48 | Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum Trendurin vísir, at síðan fólkatalið fór at vaksa aftur um ársskiftið 2013/14, tá vit vóru umleið 300 í tali, er vøksturin í fólkatalinum spakuliga øktur, soleiðis at nú framhaldandi leggjast útvið 70 fólk afturat mánaðarliga. Hesin trendurin sæst í myndini niðanfyri, har vøksturin í fólkatalinum ikki sær út til at vikna. Hetta kemur serliga av, at síðstu árini hevur verið ein munandi størri tilflyting enn fráflyting. Eins og burðaravlopið hevur verið heldur veksandi enn minkandi. Nettoflytingin økir um fólkatalið við gott 45 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr góðum 100 fólkum upp móti 145 mánaðarliga. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal oman fyri 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 670-680 árliga – nakað tað sama sum í 2018, og so høgt hevur tað ikki verið síðani Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum, ið er munurin millum fødd og deyð, telur tí knappliga 25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. Vøkstur í øllum høvuðsøkjum, men størstur í miðøkinum Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum sýslum. Men stórur munur er millum sýslurnar. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 366 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma Vágar við 74 fólkum og Norðoyggjar við 67 fólkum, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 39 fólkum, Suðuroy við 22 fólkum, og minsti vøksturin var í Sandoyar sýslu við 4 fólkum. Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Eysturoy við 2,3%, í Vágum við 2,2% og Tórshavnarøkinum við 1,9%. So er eitt lop niður til Norðoyggjar við 1,1%. So er aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,8%, Suðuroy við 0,5% og Sandoyar sýslu við 0,3%. Í myndini niðanfyri er fólkatalið í øllum høvuðsøkjum í landinum sett til 100 í jan. 2014, so vit kunnu síggja prosentvísu gongdina frá hesum degi fram til jan. Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágum við 10-12%, síðani í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum annars við 6-7%, meðan ongin vøkstur hevur verið sunnanfjørðs í Sandoyar og Suðuroyar sýslum, tá hesi 6 árini vera tikin í einum. Miðøkið tekur meginpartin av fólkavøkstrinum Frammanundan hevur tað serliga verið Tórshavnarøkið, sum er farið við størsta partinum av fólkavøkstrinum. Men tá vit rokna í mun til fólkatalið, so taka Eysturoyggin og Vágar ein størri lutfalsigan part. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum. Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Men vøksturin á 263 fólk svarar til knappliga 32% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Til samanberingar búgva út við 38% av fólkinum í Tórshavnarøkinum, og vøksturin her var 366 fólk, svarandi til næstan 44% av øllum fólkavøkstrinum. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men vøksturin her svarar bara til 8% av øllum fólkavøkstrinum. Í Vágum búgva knappliga 7% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var 9%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara hálvttriðja %. Kommunurnar Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er stórur munur teirra millum, har Runavíkar kommuna veksur við 3,4% og Tórshavnar við 1,7%. Sum heild er vøksturin stórur í Eysturoyar kommunum, umframt í Runavík, so í Eiðis kommunu við 2,9%, Sjóvar kommunu við 2,4% og Fuglafjarðar kommunu við 2,0%. Nakað minni vøkstur var í Eystur kommunu við 1,4% og 1,1% í Nes kommunu. Í Norðoyggjum er vøksturin í Klaksvíkar kommunu nakað niðan fyri miðaltalið fyri alt landið við 1,2%,. Stórur vøkstur var í Kunoyar kommunu við 5,4% og minking í Viðareiðis kommunu við 3,3%. Í Vágum var vøksturin 3,4% í Sørvágs kommunu og 1,6% í Vága kommunu. Í Sandoyar sýslu minkar Skopunar kommuna við 3,5%, meðan vøkstur er í hinum. Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í teim størri kommununum, Tvøroyri, Hvalba og Vági, og í minsti kommununi Famjin, meðan tað minkar í Hovs og Porkeris kommunum. Samanumtikið er vøkstur í 23 kommunum, meðan fólkatalið stendur í stað í tveimum og minkar í Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali. Oyggjarnar: minkar bara í Viðoy og í Hesti Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Streymoy og Borðoy og tað minkar í Viðoy. Av smæstu oyggjunum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, Kunoy og Nólsoy. Lítil vøkstur er í Mykinesi, Skúvoy og Stóra Dímun halda tørn, meðan tað minkar í Hestoy. Her er Skúvoy nú á 30 fólkum og Hestoy farin niður um Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti. |
49 | Í desember vóru góðir 060 løntakarar. Tað eru 600 fleiri enn fyri ári síðani. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at fleiri løntakarar framvegis leggjast afturat løntakaraskaranum, men at løntakaratalið veksur spakuligari enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama. Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í desember vóru um 600 menn og 450 kvinnur í løntakaraskaranum ella 52% menn og 48% kvinnur. Bæði hjá monnum og kvinnum er vøksturin í løntakaratalinum ikki eins stórur, sum hann hevur verið. Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum. Vøkstur er framvegis í hinum høvuðsvinnugreinabólkunum, tó ferðin í vøkstrinum er ymisk. |
50 | Útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísur ein støðugan vøkstur í lønargjaldingunum. Vøksturin í lønargjaldingunum heldur fram við somu ferð, hóast vøksturin í løntakaratalinum gongur seinni enn hann hevur gjørt. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í februar var parturin hjá monnunum um 65% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 35%. Munurin millum kynini økist framvegis. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Sløk 65% av lønargjaldingunum verða útgoldar í almennu- og privatu tænastuvinnunum, 20% í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15% í byggivinnu og aðrari tilvirking. Trendurin vísir, at vøkstur er í øllum vinnugreinabólkunum, hóast ymiskur. |
51 | Síðstu fimm árini vórðu 700 fleiri løntakarar: Av teimum 000 mannfólk og 700 konufólk. Eftir tjóðskapi høvdu 670 av teimum annan ríkisborgaraskap enn okkara. Størsti vøksturin var í byggivinnu við 847 og hjá kommunum við Í hinum endanum komu 27 aftrat í landsfyrisiting og 11 aftrat í fiskivinnu. Av teim 22 vinnugreinunum starvast flest í kommununum - fleiri enn í heilsu- og almannaverkinum Eftir aldri var størsti vøkstur hjá teim 25-40 ára gomlu, men eisini stórur vøkstur hjá teim eldru yvir pensjónsaldur. Nógv størsti vøkstur í byggivinnu og hjá kommununum Í vøkstrinum frá 2014 til 2019 eru tvær vinnugreinar, ið skilja seg klárt burturúr: tað er byggivinnan og kommunurnar. Saman við kommununum eru ríkisstovnar bólkaðir, men tey eru lutfalsliga fá og tað er ikki har at vøksturin liggur. Síðan er eitt langt lop niður til fimm aðrar vinnugreinar, ið hava ein vøkstur, ið er umleið ein triðingur av vøkstrinum hjá byggivinnu og kommunum – tað eru handil og umvæling, vinnuligar tænastur, skipasmiðjur o.a. smiðjur, ali- og kryvjivirki og heilsu- og almannaverk. Tað er merkisvert, at vøksturin á kommunuøkinum er júst tríggjar ferðir so stórur sum á almanna- og heilsuøkinum. Eisini vert at leggja til merkis er, at vøksturin í gistingar- og matstovuvinnuni er eins stórur og á undirvísingarøkinum. Í hinum endanum er lítil og ongin vøkstur í landsfyrisiting og fiskivinnu, har vøksturin øll hesi 5 árini einans er ávikavist 27 og 11 løntakarar. Mest fjølmenta vinnugrein er kommunurnar og almanna- og heilsuverkið Av teim 22 vinnugreinunum eru tey mest fjølment á tí kommunala økinum saman við ríkisstovnum (har tey flestu starvast í løgregluni) og í almanna- og heilsuverkinum, hvør við ávikavist 800 og 700 løntakarum. Byggivinnan er vaksin við yvir 50% hesi árini og er nú størsta einstaka vinnugrein við 500 løntakarum. Men taka vit tær tríggjar tilfeingisvinnurnar, fiskiskap á plássi, fiskavirking á plássi og ali- og kryvjivirki á plássi, so hava tær tilsamans góðar 100 løntakarar. Gistihús- og matstovuvinna er nú vorðin ein miðalstór vinna við næstan líka nógvum løntakarum sum sjóflutningur, annar flutningur, skipasmiðjur o.a. smiðjur, og annar ídnaður enn fiskavirki. Alsamt meira kynsbýttur arbeiðsmarknaður At størsti vøksturin hjá mannfólki er í byggivinnu, skipasmiðjum og smiðjum, handli og umvælingarverkstøðum, vinnuligum tænastum og alivinnu, meðan hinvegin størsti vøksturin hjá konufólki er á kommunalum stovnum, heilsu- og almannaverki og í undirvísing, ger at føroyski arbeiðsmarknaðurin er blivin enn meira kynsbýttur hesi seinastu 5 árini, sum eisini er skilligt av myndini niðanfyri. Her sæst t.d., at á almanna- og heilsuøkinum eru 83% av løntakarunum konufólk, meðan í byggivinnuni eru 92% mannfólk. Fimti hvør av nýggju løntakarunum hevur annan ríkisborgaraskap enn okkara Seinastu fimm árini hevur verið stórur fólkavøkstur, ikki minst av stórari tilflyting úr øðrum londum. Hetta sæst eisini aftur í vøkstrinum av løntakarum hesi árini, har ein knappligur fimtingur av vøkstrinum av løntakarum kemur úr londum við øðrum ríkisborgaraskapi enn okkara. Tað eru 670 av Hóast vøksturin seinastu fimm árini av løntakarum úr øðrum londum, so eru enn 86% av øllum løntakarum í Føroyum í dag fødd í Føroyum. Rokna vit eftir ríkisborgaraskapi, so eru tað 95%, ið hava danskan/føroyskan ríkisborgaraskap. Nýggju løntakararnir uttanífrá arbeiða mest í byggivinnu og privatum tænastum Verður hugt eftir hvar teir nýggju løntakararnir arbeiða, sum ikki eru føddir í Føroyum, sæst at tað fram um alt er í byggivinnuni og síðani í privatum tænastuvinnum. Serliga sjónskt er býtið millum tey í bólkinum ”aðrir evropeiskir ríkisborgarar”, har 277 av 420 arbeiða í byggivinnuni. Størsti vøksturin av løntakarum í ungum árum – men eisini stórur vøkstur millum tey elstu Nógv tey flestu av løntakarunum, sum eru komin aftrat hesi 5 árini, eru í ungum árum 25-39 ár. Hetta er eisini galdandi, tá vit rokna vøksturin í mun til fólkatalið í teim einstøku aldursbólkunum. Tá síggja vit eisini tað merkisverda, at lutfalsligi vøksturin hjá teim eldru fólkunum, ið eru farin upp um pensjónsaldur, er størri enn hjá teim 20-24 ára gomlu, størri enn hjá teim 40-54 ára gomlu og eisini størri enn hjá teim 55-66 ára gomlu. |
52 | Síðstu fimm árini hava verið í miðal eini 10 grindir um árið. Eftir einstøkum hvalvágum hava flestu grindirnar hesi árini verið í Hvannasundi við 11 grindum og 7 í Tórshavn. Í Havn var eisini størsta grindin í fjør við 145 hvalum. Tríggjar vóru við umleið 100 hvalum, í Sandavági, Vestmanna og Trongisvági. Allar hinar sjey grindirnar vóru langt niðan fyri 100 hvalir. Flestu grindir seinastu árini í Norðoyggjum Tað er sera skiftandi frá einum ári til annað, men taka vit saman um, hvussu úrslitið hevur verið seinastu 5 árini 2015-2019 og samanbera við fimmáraskeiðið frammanundan, so vóru flestu grindirnar í Norðoyggjum seinastu 5 árini. Hesi síðstu 10 árini hava verið 21 grindir í Norðoyggjum, 18 í Norðstreymi, 16 í Vágum, 15 í Suðuroy, 12 í Eysturoy, 10 í Suðurstreymi (Tórshavn) og 8 í Sandoy. Myndin er nakað tað sama, tá hugt verður eftir tali av hvalum, flestir í Norðoyggjum og í Vágum, og síðani í Suðurstreymi. Í Sandoynni vóru bert tvær heilt smáar grindir hesi 5 árini við tilsamans 23 hvalum. Hvalir í mun til fólkatalið Nú er stórur munur á ymisku økjunum í fólkatali. Samanbera vit tal av hvalum í mun til fólkatalið í hvørjum øki, so sæst á myndini niðanfyri, at hetta hilnast best í Vágum, í Norðstreymi og Norðoyggjum, eitt sindur minni í Suðuroy, enn minni í Eysturoy og minst í Suðuroy. Í Sandoy loypir ógvisligt millum hesi bæði tíðarskeiðini - fyrra av hesum skeiðunum fingu tey mest eftir fólkatalinum men minst í tí seinna. Líðandi færri grindir síðstu sjeyti árini Verður hugt eftir gongdini í einum longri áramáli, so er myndin greið, at grindirnar eru vorðnar líðandi færri, serliga síðstu 50 árini, frá eini 13 um árið niður í 8 so sum trendurin vísir á myndini niðanfyri. Enn greiðari er myndin, tá vit hyggja eftir tali av hvalum hesi sjeyti árini. Tað er minkað javnt og samt fyri hvørt ár, frá eini 1600-1800 í 1950-unum til nú tað í miðal árliga er farið niður móti 500 síðst fimm árini. Nógv færri hvalir í hvørjari grind Talið av grindum er fækkað men talið av hvalum enn meira. Orsøkin er, at grindirnar eru blivnar smærri – talið av hvalum í hvørjari grind er minkað javnt og samt øll hesi síðstu sjeyti árini, sum sæst av myndini niðanfyri. Frá einum miðaltalið á 150-175 fyrst í 1950-unum til eini 60-70 hesi seinastu árini. 201 tons av tvøsti og 180 tons av spiki í fjør Verður roknað við almenna mátinum um vektina av tvøsti og spiki fyri hvørt skinn – ið er ávikavist 38 kg av tvøsti og 34 av spiki – so góvu tey 294 skinnini av grind okkum 201 tons av tvøsti og 180 tons av spiki í fjør. Dagførd og útgreinað hagtøl um gindaveiðuna eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
53 | Trendurin í umsetninginum fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir, at umsetningurin fyri henda vørubólkin var 6,5 prosent hægri í ársfjórðingi 2019 í mun til ársfjórðing Fyri klædnavørur og fótbúnað vaks trendurin fyri umsetningin 4,1 prosent frá ársfjórðingi 2018 til ársfjórðing Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er tekin um, at nærum somu mongdir eru seldar av klæðum og fótbúnaði í nevndu ársfjórðingum. Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð vísir trendurin fyri umsetningin eina minking á 5 prosent frá ársfjórðingi 2018 til ársfjórðing Dagførdu tølini fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum. |
54 | Hetta yvirlitið fevnir bert um tann skrásetta partin av vinnuliga landbúnaðinum, ið fevnir um framleiðsluna av mjólk og neytakjøti. Talið av mjólkkúm gjørdi eitt lop frá knappliga 920 í 2010 til eini 200 aftrat tey næstu tvey árini og hevur ligið um gott og væl 120 seinastu árini. Nøgdin av innvigaðari mjólk er ikki broytt tað stóra hesi árini - frá 7,1 mió. litrum í 2010 til 7,4 mió. l. í Rokna vit nøgdina av innvigaðari mjólk fyri hvørja kúgv var hon 700 litrar í 2010 og 600 litrar í Framleiðslan av neytakjøti er eisini áleið tann sama nú, sum hon var fyri 10 árum síðani. Í 2010 var úrtøkan 49 tons av 172 slaktaðum neytum, og í 2019 var hon 50 tons av 193 neytum. Tað kann verða áhugavert at samanbera skrásettu framleiðsluna í landbúnaðarvinnuni við gongdina í fólkatalinum hesi tíggju árini. Tá sæst, at mjólkarframleiðslan og framleiðslan av neytakjøti fylgir so nøkulunda við vøkstrinum í fólkatalinum. Hesi tíggju árini er mjólkarframleiðslan vaksin við 4% og kjøtframleiðslan er 2% størri, meðan fólkatalið hesi árini er vaksið við Landafrøðiliga hava verið stórar broytingar hesi 10 árini, sum sæst í talvuni niðanfyri. Garðarnir eru fækkaðir úr 30 niður í Í flestu sýslum er talið av gørðum farið niður í eina helvt, uttan í Suðurstreymoyar og Sandoyar sýslum. Kortini er talið av mjólkkúm vaksið við einum fimtingi, úr 919 til Garðarnir eru sostatt blivnir munandi størri, serliga í Norðoyggjum, Streymoy og Suðuroy. Men gongdin er ymisk: Bæði í Vágum og í Suðuroy eru garðarnir fækkaðir úr tveimum niður í ein, men meðan talið av mjólkkúm er minkað meir enn eina helvt í Vágum, er tað blivið meir enn tvífalt so stórt í Suðuroy. Tó, tá tað kemur til produktivitetin, roknað sum nøgdina av innvigaðari mjólk fyri hvørja kúgv, er minkingin tann sama í øllum sýslum við umleið 000 litrum árliga fyri hvørja kúgv – frá størstu minking í Norðoyggjum frá 8,2 tús l. til 6,4 tús. l., til óbroytta støðu í Sandoy við knappliga 8 tús l. |
55 | Flestu sethúsasølurnar á bygd, men meir enn dupultur prísur í høvuðsstaðnum |
56 | 314 sethús vórðu seld í fjør, og tað var á sama støði sum tey tvey árini frammanundan. Hetta er tó munandi lægri enn metárið 2015, tá sølan var 398 sethús. Síðani tá hevur størsta minkingin verið í Tórshavn, soleiðis at í fjør vóru flestu sølurnar í stórum bygdum og býum við 123 í tali, samanborið við 96 í smáum bygdum og 95 í Tórshavn. Miðalprísurin er tó nógv meir enn tað dupulta í Havn, samanborið við tað eini sethús kosta í stórum og smáum bygdum í Føroyum. Í Havn var miðalprísurin fyri eini sethús 3,1 mió. kr., samanborið við 1,4 mió. kr. í stórum bygdum og býum og 1,2 mió. kr. í smábygdum. Týdningarmikið fyrivarni Aftast í hesi grein eru upplýsingar um keldu og avmarkingar í upplýsingunum hjá Hagstovuni. Her skal havast í huga, at hetta yvirlitið fevnir einans um sølu av sethúsum og ikki av íbúðarbústøðum. Eitt yvirlit yvir sethúsasølu kann tí ikki geva eitt nøktandi yvirlit yvir sølu av býlum ella bústøðum. Serliga við tí í huga, at stórt tal av íbúðum er bygt, serliga í høvuðsstaðnum umframt nakrar í Norðoyggjum o. a., og hetta hevur sjávsagt eisini ávirkan á søluna av sethúsum. Aðrar avmarkingar eru um stødd á grundøkjum o.a., sum er upplýst aftast í hesi grein. Síðani kreppuárini í fyrru helvt av 1990-unum vaks sølan av sethúsum spakuliga og kom fyribils í hæddina í 2007, beint áðrenn fíggjarkreppuna, við So var eitt stórt niður móti helvtini í 2009- Síðani er sølan vaksin javnt og samt øll árini fram til 2015, ið er metár við 398 sethúsasølum. Eftir hetta er sølan minkað niður í 314 sethús í fjør. Sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum rennur undan Beint áðrenn fíggjarkreppuna fyri 10-11 árum síðani var miðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum 2,3 mió. kr. Í fjør var hann 3,1 mió. kr. – ein vøkstur á 35%. Samstundis vaks miðalprísurin á sethúsum í stórum bygdum og býum úr 1,2 mió. kr. til 1,4 mió. kr. – ein vøkstur á 15%, og í smáum bygdum vaks miðalprísurin úr stívliga 1 mió. kr. til 1,2 mió. kr. – ein vøkstur á 16%. |
57 | Áðrenn fíggjarkreppuna var talið av tinglýsingum um 20-túsund árliga, men minkaði niður í helvt árini 2009- Síðani hevur talið verið millum 12- og 14-túsund. Tinglýsing er almenna skrásetingin hjá avvarðandi landsmyndugleika av rættindum yvir fastari ogn, so sum húsum o.ø. bústøðum, grundstykkjum og jørð, servituttum, akførum og ymiskum leysafæ. Tinglýstu skjølini kunnu vera skeyti o.o. ognarheimildarskjøl, lániskjøl, hjúnarsáttmálar, skjøl um avmarkingar í rættindum (servituttir), skjøl um leysafæ o.a. Nógv flestu tinglýstu skjølini eru viðvíkjandi fastognum, so sum skeytum o.ø. ognarheimildarskjølum, lániskjølum o.ø. viðv. fastogn. Hesi eru 71% av øllum. Lániskjøl o.a. viðv. akførum eru 26%, og síðstu 3% eru viðvíkjandi leysafæ. |
58 | Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini – um 350 í fjør – borgarlig mál. Síðan aldarskiftið øktust tey nógv í tali, frá eini 100 til tað mesta í 2008 við 000 málum. Siðani er tað minkað líðandi aftur niður um Revsimálini øktust eisini líðandi frá eini 300 um aldarskiftið til tað mesta í 2008 við stívliga 800 málum. Síðani er tað minkað nakað aftur til stívliga 600 í fjør. Um borgarlig mál og revsimál ber til at lesa í upplýsingartilfari hjá Føroya Rætti. Virksemið í Fútarættinum hevur verið skiftandi frá einum ári til annað, men tó hevur trendurin verið spakuliga fallandi. Einstøk ár stinga seg burturúr, serliga Frá at vera millum 000 og 500 í nullunum eru málini fækkaði nakað til eini 500 í fjør. Nógv tey flestu og ein veksandi partur av málunum í Fútarættinum, serliga tey síðsu árini, hava verið áheitanir um panting. Ein partur av virkseminum í Fútarættinum eru uppboðssølur viðvíkjandi fastogn og viðvíkjandi skipum. Flestu uppboðssølurnar eru av fastogn, men tølini eru smá við eini 10 framdum uppboðssølum í miðal tey síðstu 5 árini, meðan framdu uppboðssølurnar av skipum eru millum eina og onga hesi síðstu 5 árini. Her hava tó árini 2008 til 2015 verið heilt serstøk, har bæði talið av áheitanum um uppboðssølur og talið av framdum uppboðssølum vaks sera nógv frá 2008 til tað mesta 2010-2013 og síðani er minkað aftur til nakað tað sama sum undan fíggjarkreppuni. Í Skiftirættinum hevur talið av málum verið spakuliga veksandi hesi 20 árini. Serliga stórur var vøksturin árini 2009- Bert fá mál í Skiftirættinum snúgva seg um trotabúgv, í fjør einans 25 av teimum 550 tilsamans. Í Yvirfriðarnevndini hevur talið av málið verið javnt spakuliga veksandi hesi 20 árini, frá eini 50 upp í eini Dagførd og útgreinað hagtøl um rættarmál eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
59 | Tann stóra minkingin í revsilógarbrotum sæst serliga aftur í málum um herverk, ið eru fækkaði úr 400 árliga niður móti 100, og viðvíkjandi innbrots- o.ø. stuldri, ið eru fækkað úr eini 475 árliga niður í Málini um harðskap eru ikki blivin færri í sama mun – vóru um 80-90 árliga fyrst í hesi øldini og eru nú um 70- Hinvegin sæst ongin minking í talinum av revsimálum um siðamisbrot. Tey vóru annars spakuliga minkandi í 00-unum, men eru sjónliga vaksin aftur seinastu árini, hóast tølini eru smá og loypa nógv upp og niður. Ein ábending um gongdina er, at tey vóru 21 í 2017 og 33 í Eitt annað revsilógarøkið við fáum fráboðanum er ónáðan og ærumeiðing, sum øll hesi 20 árini hevur sveiggjað um 30 – 60 mál árliga. Dagførd og útgreinað hagtøl um løgregluvirksemi eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
60 | Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, soleiðis at tað framhaldandi leggjast eini 70 fólk afturat mánaðarliga. Og enn sæst ongin ábending um nakra broyting í hesi gongdini, sum sæst av myndini niðanfyri. Nettoflytingin økir um fólkatalið við gott 45 fólkum mánaðarliga. Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp móti 145 mánaðarliga. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal um 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 670 árliga. Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. Vøkstur í øllum høvuðsøkjum, men størstur í miðøkinum Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum. Men stórur munur er millum økini. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 409 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma Norðoyggjar við 82 fólkum, Vágar við 63, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 34, og nú er eisini vaksið í Suðuroy við 19 fólkum og í Sandoyar økinum við 5 fólkum. Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Tórshavnarøkinum við 2,1%, í Eysturoy við 2,0% og í Vágum við 1,9%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar við 1,3%, aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,7% og Suðuroy og Sandoyar økinum við 0,4% hvør. Í myndini niðanfyri er fólkatalið í øllum høvuðsøkjum í landinum sett til 100 í jan. 2014, so vit kunnu síggja prosentvísu gongdina frá hesum degi fram til mars Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágum við 10-12%, síðani í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum annars við 6-7%, meðan ongin vøkstur hevur verið sunnanfjørðs í Sandoyar og Suðuroyar økinum, tá hesi 6 árini vera tikin í einum. Miðøkið tekur meginpartin av fólkavøkstrinum Tað eru serliga Tórshavnarøkið, Eysturoy og Vágar, sum fara við størsta partinum av fólkavøkstrinum, eisini tá vit rokna í mun til fólkatalið í ymisku økjunum í landinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum. Men minsta partin av fólkavøkstrinum fáa Sandoyar og Suðuroyar sýslur. Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 409 fólk, svarandi til næstan 49% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 229 fólk svarar til 27% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum og teirra partur av vøkstrinum var góð 8%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara góð 2%. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Tveir tættir gera av, hvussu gongdin er í fólkatalinum. Tað eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum sýslum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er tað ikki nettoflytingin sum er trupulleikin, men at her er onki ískoyti frá burðaravlopinum, tí her eru tað fleiri sum eru deyð, enn børn ið verða fødd. Kommunurnar Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er tann størri vøksturin í Runavíkar kommunu, sum veksur við 2,5% og Tórshavnar við 1,9%. Sum heild er vøksturin stórur í Eysturoyar kommunum - umframt í Runavík, so í Eiðis kommunu við 2,7%, Fuglafjarðar kommunu við 1,9% og Eystur kommunu við 1,7%. Í Norðoyggjum er vøksturin í Klaksvíkar kommunu júst tann sami sum miðaltalið fyri alt landið 1,6%,. Stórur vøkstur var í Kunoyar kommunu við 5,4% og minking í Viðareiðis kommunu við 3,6%. Í Vágum var vøksturin 3,3% í Sørvágs kommunu og 1,1% í Vága kommunu. Í Sandoyar sýslu minkar Skopunar kommuna við 12 fólkum, ið er 2,7%, meðan vøkstur er í hinum. Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í teim størri kommununum, Tvøroyri, Hvalba og Vági, meðan tað minkar í Hovs, Porkeris og Sumbiar kommunum. Samanumtikið er vøkstur í 23 kommunum, meðan fólkatalið stendur í stað í einari og minkar í Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali. Av útoyggjum veksur í Svínoy, hinar halda tørn – men nú er avfólkað í Koltri Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Streymoy, Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Borðoy, og tað minkar í Viðoy. Av smæstu oyggjunum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, Kunoy og Nólsoy. Lítil vøkstur er í Mykinesi. Skúvoy og Stóra Dímun halda tørn, meðan tað spakuliga minkar burturav í Hestoy. Her er Skúvoy nú á 30 fólkum og Hestoy á 18 fólkum. Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti. |
61 | Uppgerðin fevnir um løn. Arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja soleiðis ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum, sum er lýst við trendinum, síggjast á myndini niðanfyri. Í mars vórðu knappliga 880 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 60 milliónir meira ella ein vøkstur upp á 7,9% í mun til sama mánað í fjør. Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í mars fingu menninir útgoldið góðar 570 milliónir í løn og kvinnurnar 300 milliónir. Samanborið við sama mánað í fjør fingu menninir 10,1% meira í sín part og kvinnurnar 2,8%. Marsmánaður í ár er nakað lakari hjá kvinnum í mun til ta gongd, sum hevur verið í lønargjaldingunum hjá kvinnunum annars. Myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingarnar í teimum fýra vinnugreinabólkunum, almennar tænastuvinnur, privatar tænastuvinnur, fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur og bygging o.o. tilvirking. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinabólkarnar. Myndin niðanfyri tekur fram lønargjaldingarnar og gongdina í privatu tænastuvinnunum. Í privatu tænastuvinnunum er marsmánaður í ár heldur lakari í mun til gongdina í vinnugreinabólkinum annars. Privatar tænastuvinnur fevna um handil og umvæling, gistihús og matstovuvirki, sjóflutning, flutning annars, post og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir, mentan o.a. Av privatu tænastuvinnunum er tað serliga í vinnugreinini 'handil og umvæling' og innan 'gistihús og matstovuvirki', at niðurgongdin sæst best. images/M4Gistih%C3%BAs.png) |
62 | Brúkaraprístalið, ið vísir miðal prísbroytingar fyri vørur og tænastur, ið eru partur av nýtsluni hjá føroyskum húsarhaldum, verður framleitt hvønn ársfjórðing. Ein vøkstur í brúkaraprístalinum er eitt tað mest vanliga máti fyri inflatión, og skal ein samlað árlig prísbroyting gerast upp, verður miðal av brúkaraprístalinum fýra samanhangandi ársfjórðingar sett í mun til miðal frá somu ársfjórðingum árið undan. Í januar í ár vísti uppgerðin ein ársmiðal prísvøkstur á 1,3% í 2019 í mun til Árligi vøksturin er hesaferð 1,1%, nú prístalið fyri ársfjórðing í ár er gjørt upp. Árligi prísvøksturin hevur seinastu 3 árini verið millum 1% og 1,5%. Í mun til ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,6%. Fyri vøru- og tænastubólkarnar er tó ymiskt, hvussu prísir broytast. Millum annað eru prísir á mati og drekkivørum í miðal øktir 2,7%, klædnavørum og fótbúnaði 3,2% og flutningi 2,5%. Prísir í bólkunum heilsa og samskifti eru hinvegin í miðal lækkaðir ávikavist 0,8% og 5,1%. Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreiningum er í hagtalsgrunninum. |
63 | Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja soleiðis ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum síggjast á myndini niðanfyri. Í apríl vórðu 845 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 4 milliónir ella 0,5% meira enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum vísir, at vøksturin sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini fjarar burtur. Niðanfyri síggjast lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í apríl fingu menn útgoldið knappliga 520 milliónir í løn og kvinnur góðar 325 milliónir. Samanborið við sama mánað í fjør fingu menn góðar 10 milliónir ella 2,1% meira í sín part, meðan kvinnur hinvegin fingu 6 milliónir ella 1,9% minni í sín part. Trendurin vísir framvegis ein lítlan vøkstur í lønargjaldingunum hjá monnum, men tann vøksturin viknar. Hjá kvinnum vísir trendurin ongan vøkstur í lønargjaldingunum og ábendingar eru heldur um, at tær minka. Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingarnar í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Bláa linjan í myndini vísir útgoldnu lønirnar seinastu tvey árini. Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar í mars og apríl mánaði í ár. Myndin vísir eisini framrokning av, hvussu mars- og aprílmánaður kundi væntast at sæð út undan koronafarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars og apríl. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina í mars og apríl vísir, at tað eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini. Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 234 milliónir í lønum í apríl. Framrokningin vísti 271 milliónir í apríl. Tað er ein munur á 37 milliónir ella 14% samanborið við metingina. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja væntaðu gongdini. Fall í vinnugreinum í privatu tænastuvinnunum Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin sæst best. Í vinnugreinini 'Gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar 4 milliónir í løn. Framrokninga metingin, sum tekur støði í gongdini í lønargjaldingunum undan koronafarsóttini, er fyri apríl mánað 13 milliónir. Tað er eitt fall á næstan 9 milliónir ella 70% í mun til framroknaðu metingina. Innan 'Handil og umvæling' vórðu útgoldnar 68 milliónir í løn. Metingin vísir 76 milliónir. Tað er ein munur upp á 8 milliónir ella 10% í mun til metingina. Í 'Húshaldstænastum', ið m.a. fevnir um reingerð, ruskinnsavnan, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir, vórðu útgoldnar knappar 7 milliónir í apríl. Metingin er knappar 9 milliónir. Tað er ein munur á 2 milliónir ella 21%. images/Forecasth%C3%BAshaldst%C3%A6nasturx.png) Innan 'Flutning annars', ið fevnir m.a. um farmabilflutning, bussleiðir, rutuferðsla, hýrukoyring og annan ferðafólkaflutning eftir landi, vóru útgoldnar 22 millónir í apríl. Metingin var 31 milliónir. Tað er ein munur á 9 milliónir ella 29%. |
64 | Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum Tann apríl í ár var fólkatalið 428 og vaks sostatt við 856 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum apríl 2019 – apríl Tað svarar til ein vøkstur á 1,7%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 272, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 584, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum. Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, soleiðis at tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Og nú mars er taldur við, er enn ongin ábending um nakrað broyting í hesi gongdini, sum eisini sæst av myndini niðanfyri. Nettoflytingin økir um fólkatalið við næstan 50 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Síðsta árið er fráflytingin minkað uppaftur meir. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 150 mánaðarliga. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45-50 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal um 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er um 660 árliga. Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. Vøkstur í øllum høvuðsøkjum - men størstur í miðøkinum Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum. Men stórur munur er teirra millum. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 435 fólkum og í Eysturoy við Síðan koma Norðoyggjar við 87 fólkum, Vágar við 70, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við Og nú er eisini ein lítil vøkstur í Suðuroy við 11 fólkum og í Sandoyar sýslu við 3 fólkum. Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Tórshavnarøkinum við 2,2%, Í Vágum við 2,1% og í Eysturoy við 1,8%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar við 1,4%, aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,9% og Suðuroy og Sandoyar sýslur við 0,2% hvør. Tórshavnarøkið tekur helvtina av øllum fólkavøkstrinum Tað eru serliga Tórshavnarøkið, Eysturoy og Vágar, sum fara við størsta partinum av fólkavøkstrinum, eisini tá vit rokna í mun til fólkatalið í ymisku økjunum í landinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum. Men minsta partin av fólkavøkstrinum fáa Sandoyar og Suðuroyar sýslur. Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 435 fólk, svarandi til 51% av øllum fólkavøkstrinum í landinum Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 209 fólk svarar til 24% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, men teirra partur av vøkstrinum var gott 8%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum var bara gott 1%. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Tveir tættir gera av, hvussu gongdin er í fólkatalinum. Tað eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum (undantikið Streymoyðarøkið uttan høvuðsstaðin). Men her sæst eisini týðiliga, at bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, men at her er onki ískoyti frá burðaravlopinum, tí her eru tað fleiri sum eru deyð, enn børn ið verða fødd. Kommunurnar Verður hugt eftir einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Tórshavnar kommuna veksur við 459 fólkum, svarandi til 2,1%, og Runavíkar kommuna við 98 fólkum, svarandi til 2,4%. Vøksturin er væl minni í Klaksvíkar kommunu við 84 fólkum, svarandi til 1,6%. Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sørvágs kommuni við 45 fólkum, svarandi til 3,8%. Og nú er fólkatalið har nærum eins stórt sum í Vestmanna kommunu. Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,2%. Hóast vøksturin er væl minni í Fuglafjarðar kommunu við 1,1%, so er hon tó nú um at fara upp um 1600 fólk Í Norðoyggjum er størsti lutfalsligi vøksturin í Kunoyar kommunu við 5,4%, og hinvegin minkar í Viðareiðis kommunu við 3,1%. Í Sandoyar sýslu minkar Skopunar kommuna við 10 fólkum, ið er -2,2%, meðan vøkstur er í hinum. Í Suðuroy er vøkstur í Tvøroyrar kommunu. Hovs kommuna er nú aftur farin niður um 100 í fólkatali. Fyri 30 árum síðani búðu har 165 fólk. Oyggjarnar Útoyggjarnar halda tørn uttan Hestoy, ið nú er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 3 eru komin aftrat í Svínoy og Nólsoy, 2 í Mykinesi og 1 í Fugloy, Kalsoy og Skúvoy. Av stóru oyggjunum er størsti vøksturin í Streymoy og Eysturoy, men lutfalsliga er vøksturin størri í Vágum. Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
65 | Nýggjur uppgerðarháttur Verksetanin av nýggjum uppgerðarhátti fyri løntakarar er framskundað, orsakað av eftirspurninginum eftir nýggjari tølum fyri at síggja avleiðingar av koronufarsóttini. Eftir gamla uppgerðarháttinum vóru tølini tríggjar mánaðir afturút. Við nýggja uppgerðarháttinum verða tølini meira aktuell, soleiðis at til dømis tølini fyri apríl verða longu kunngjørd nú í mai. Nýggi uppgerðarhátturin ávirkar løntakaratølini aftureftir í tíð. Les meira um broytingina niðast í greinini. Løntakarar og lønarískoyti Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa eina lønarupphædd útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. Av teimum á leið 000, sum fingu arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá ALS í apríl, fingu um 000 av hesum løn frá einum ella fleiri arbeiðsgevarum. Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at løntakaratalið nú fellur eftir seks ár við vøkstri. Samanborið við apríl síðsta ár eru 250 færri løntakarar. Undan og eftir korona Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars og apríl mánaðir kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars og apríl mánaðum í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar báðar mánaðirnar. Sostatt vísir munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum koronufarsóttin hevur á løntakaratalið. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Løntakaratalið var um 300 í apríl. Framrokningin vísir knappliga 250 løntakarar í apríl. Tað er ein munur upp á 950 løntakarar ella góð 7% samanborið við metingina. Fellur bæði hjá monnum og kvinnum Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og tjúkku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. Í apríl vóru á leið 150 menn og 100 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað eru um 700 færri kvinnur og 550 færri menn í mun til apríl í fjør. Fallið er størst í privatu tænastuvinnunum Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking' seinastu tvey árini. Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan í myndini løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars og apríl mánaðum í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so sum tað er framroknað í mars og apríl, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum. Í privatu tænastuvinnunum vóru um 500 løntakarar í apríl. Framrokningin vísti 700 í apríl. Tað er ein munur á 200 løntakarar ella 14% samanborið við metingina. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. Munurin millum uppgerðina av lønakaratalinum og framroknaðu metingina er minstur innan almenna o.a. tænastu. Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki' (har løntakaratalið fer niður í helvt), 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin sæst best. Fleiri útgreinaði tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn og vinnugrein eru í hagtalsgrunninum. Uppgerðarhátturin fyri løntakarar broyttur Verksetanin av nýggja uppgerðarháttinum er framskundað, orsakað av eftirspurninginum eftir dagførdum løntakaratølum vegna avleiðingar av koronufarsóttini. Við nýggja leistinum kann løntakaratalið gerast upp beint eftir eitt mánaðarskifti, meðan løntakarauppgerðin eftir gamla háttinum var tveir mánaðir forskotin. Tað merkir, at nú tíðliga í mai kann løntakaratalið longu gerast upp fyri apríl. Eftir gamla leistinum kundi løntakaratalið nú gerast upp fyri februar og ikki longur fram. Munurin í løntakaratalinum við nýggja og gamla uppgerðarháttin er umleið 000 løntakarar mánaðarliga. Tað vil siga, at um løntakartalið vísti 000 eftir gamla háttinum, vísir tað umleið 000 eftir nýggja háttinum. Meir um hetta niðanfyri. Sjálv gongdin í løntakaratalinum, tað vil siga broytingin frá einum mánaði til ein annan, er ikki nógv ávirkað av broytta uppgerðarháttinum. Munurin í uppgerðarhættunum Við nýggja uppgerðarháttinum eru teir persónar løntakarar, sum fáa løn tann mánaðin, ið verður gjørdur upp. Soleiðis er eisini í gamla uppgerðarháttinum, men har eru eisini persónar, sum ikki fáa løn í ein ella tveir samanhangandi mánaðir, taldir við sum løntakarar. Tað merkir, at um ein persónur fekk løn í januar og apríl, men onga løn í februar og mars, varð viðkomandi álíkavæl taldur við sum løntakari eisini í februar og mars. Henda regla er kallað ‘glopp-reglan’. Grundin til glopp-regluna í gamla uppgerðarháttinum var, at hjá summum starvsbólkum, serliga sjófólki, hevur lønarútgjaldingin verið meira óreglulig enn hjá øðrum. Í dag eru fleiri sjófólk, ið fáa løn mánaðarliga, so henda reglan er ikki eins viðkomandi longur, sum hon hevur verið. Vansin við gamla uppgerðarháttinum hevur verið, at fleiri persónar av órøttum eru taldir við sum løntakarar í upptalda mánaðinum. Til dømis eru ung lesandi, sum arbeiða sum tænarar á matstovu annan hvønn mánað, tald við sum løntakarar teir mánaðir, ið tey ikki eru til arbeiðis. Tað ger, at løntakaratalið nú er mett at vera neyvari enn eftir gomlu uppgerðini. Munir í tølunum Sum sæst á myndini niðanfyri er munurin í løntakaratalinum eftir nýggja og gamla uppgerðarháttinum umleið 000 løntakarar mánaðarliga. Sjálv gongdin í løntakaratalinum, ið er lýst við trendinum, er tó ikki nógv ávirkað av broytingini. Sum sæst á myndini eru mánaðarligu sveiggini (kámu strikurnar) eitt sindur størri í løntakaratalinum við nýggja uppgerðarháttinum. Hetta er grundað á sokallaðu ‘glopp-regluna’, sum er greitt frá omanfyri. Broytingin í løntakaratalinum er førd aftur til fyrsta uppgerðarár. Gamla løntakarauppgerðin er endað og er í hagtalsgrunninum, so til ber at samanbera tølini í nýggju og gomlu uppgerðini. |
66 | Innflutningurin í mars mánaði er nú gjørdur upp og vísir ein vøkstur á 9% samanborið við mars í fjør. Tað er vøkstur í flestu vørubólkum, tó minking er í bólkinum maskinur og onnur útgerð og eisini í brennievni. Prísurin á brennievni er fallin seinastu tíðina og er tað tað sum sæst aftur. Hetta er fyrsti mánaðurin, síðan Føroyar av álvara vóru raktar av koronufarsóttini og hóast innflutningurin veksur í mars samanborið við mars í fjør, skal man vera varin at gera niðurstøður, tá ið bert verður hugt at einum mánaði. Innflutningurin sveiggjar vanliga frá mánaði til mánað, og tað er ov tíðliga at meta um, hvussu korona fer at ávirka innflutningin. Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2019 til mars 2020 var 8,5 mia. kr. Tað eru 700 mió. kr. fleiri enn undanfarna skeið. Verða skip og flogfør ikki tikin við, var vøksturin 279 mió. kr ella 4% |
67 | Um korona er atvoldin til minkingina er torført at meta um enn, tí helst skulu vit hava tøl fyri apríl eisini, áðrenn vit síggja hvussu umfatandi ávirkanin av stongslinum í nærum øllum heiminum hevur verið. Kina merkti avleiðingarnar av korona fyrst, og har vórðu tiltøk sett í verk tíðliga í ár. Hyggja vit at útflutninginum fyri ársfjórðing eftir nýtslulandi, er týðiligt at útflutningurin til Kina er minkaður munandi hetta tíðarskeiðið. Vit hava útflutt fyri 65% minni til Kina ársfjórðing samanborið við í fjør. Útflutningurin til USA og Bretland er áleið tann sami hetta tíðarskeiðið. Í Evropa vórðu tiltøk ikki sett í verk fyrr enn í mars mánaði, og tí kann roknast við, at tá tølini fyri apríl koma, sæst betur, hvør avleiðingiin hevur verið. Frakland og Italia hava verið millum tey harðast raktu londini, og her síggja vit at útflutningurin er minkaður, meðan vit ikki enn síggja tað sama fyri Spania, sum eisini hevur verið hart rakt. |
68 | Mátini geva eina mynd av nýtslumøguleikunum hjá húskjum og einstaka føroyinginum. Eitt nú verður sett tal á, hvussu nógvir persónar eru undir ávísum inntøkumarki. Eisini siga mátini okkum, hvussu javnt ella ójavnt býtið í nýtslumøguleikunum er millum fólkið í landinum. Talva er eisini, sum vísir talið á persónum í inntøkubólkum. Sí fleiri grafar o.a. um inntøkubýti her Sí fleiri grafar o.a. um fátækraváða her |
69 | Fátrækraváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsligu fækst nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Mátið er 60% undir mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum. Gott 000 føroyingar høvdu eina javnvirðisinntøku, ið var so lág, at tey vóru undir hesum marki í Hetta svarar til 10,1% av øllum. Fyrsta uppgerðarárið var í 2009 og tá vóru 8,9% undir markinum. Parturin er vaksin síðan Tó eitt lítið fall á 0,8 prosent stig frá 2014 til 2016 og nú eitt fall á 0,4 prosent stig frá 2017 til Í aldursbólkinum 67 ár og eldri eru flest undir markinum. Her eru 27,4% í fátækraváða. Í sunnara partinum av landinum er fátækraváðin størri enn í hinum økjunum. Fátækraváðagloppið Fátækragloppið ella "Poverty gap" er eitt mát at lýsa tey sum liggja undir markinum fyri fátækraváða. Tað er gloppið frá markinum fyri fátækraváða niður til miðinntøkuna hjá øllum teimum, sum liggja undir fátækramarkinum. Jú størri hetta gloppið er, jú fleiri liggja langt undir markinum fyri fátækraváða. Í Føroyum var fátækragloppið 12,5% í Tað vil siga, at miðinntøkan hjá borgarum í fátækraváða lá 12,5% undir fátækraváðamarkinum. |
70 | Inntøka er allur tann peningur, sum er fingin til vega í gjøgnum árið, sum persónurin hevur møguleika at gera nýtslu av. Inntøkan hjá einum persóni kann koma frá ymiskum keldum: Løn fyri arbeiði og yvirskot frá egnum virki. Veitingar frá tí almenna, so sum pensjón, dagpeningur, rentustuðul og lestrarstudningur. Ognarinntøka, so sum rentuinntøkur, virðisbrævavinningur o.a. kapitalinntøkur. Samlað inntøka hjá einstaklingum Samlað inntøka er øll inntøka tilsamans áðrenn skatt. Ein lítil helvt 48% av persónunum liggja millum 0 og 250 tús. í inntøku í Ein góður triðingur 34% liggur millum 200-400 túsund. Ein fjórðingur 25% liggja millum 400 tús. og 1 millión, og um 2%, ella 832 persónar, høvdu eina inntøku yvir milliónina í Tøk inntøka hjá einstaklingum Tøk inntøka er inntøkan eftir skatt. Eftir at allur skattur og gjøld eru drigin frá, er talið av persónum í teimum ymsu inntøkubólkunum nakað broytt. Eftir samlaðari inntøku – áðrenn skatt - vóru yvir 000 føroyingar í teimum niðastu bólkunum – millum 0 og 000 kr. Eftir tøkari inntøku – eftir skatt – eru yvir 000 í somu bólkum. Hetta svarar til, at 56% hava eina tøka inntøku millum 0 og 000 kr., um 40% hava tøka inntøku millum 000 og 000 kr. og restin - um 4% - liggja omanfyri 000 kr. í tøkari inntøku. 255 persónar – 0,6% - høvdu í 2018 yvir eina millión eftir at brúka, tá skatturin var goldin. Á síðuni um inntøkubýtið og í hagtalsgrunninum eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á aldur, øki og kyn. |
71 | Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum síggjast á myndini niðanfyri. Í mai vórðu góðar 800 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru knappar 25 milliónir ella 2,9% minni enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum vísir, at stígur er komin í vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini. Í myndini niðanfyri er framroknað, hvussu mars-, apríl- og maimánaður kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl og mai. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan í myndini vísir útgoldnu lønirnar seinastu tvey árini. Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar í mars-, apríl- og maimánaði í ár. Av teimum trimum mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama. Gongdin í vinnugreinunum Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina í mars, apríl og mai vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini. Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 236 milliónir í lønum í mai. Framrokningin vísir 274 milliónir sama mánað. Munurin er 38 milliónir ella 14% samanborið við metingina. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin er størst. Í vinnugreinini 'gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar góðar 6 milliónir í lønum í mai. Framroknaða metingin vísir 14 milliónir fyri maimánað. Fallið er næstan 8 milliónir ella 56%. Innan 'handil og umvæling' vórðu útgoldnar góðar 71 milliónir í lønum. Metingin vísir knappar 77 milliónir. Munurin er 6 milliónir ella 7,6%. Hóast maimánaður soleiðis liggur væl lægri enn framrokningin, so hilnaðist hann nakað betur enn aprílmánaður. Í vinnugreinini 'húshaldstænastur', ið m.a. fevnir um hárfríðkan, vakurleikarøkt, venjingarmiðstøðir, reingerð og ruskinnsavnan, vórðu útgoldnar góðar 8 milliónir í mai. Metingin er knappar 9 milliónir. Burtursæð frá apríl hava lønargjaldingarnar innan húshaldstænastur so at siga fylgt væntaðu gongdini undan koronu. Innan vinnugreinini 'flutningur annars', ið fevnir millum annað um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, vórðu útgoldnar 23 millónir í apríl. Metingin var 32 milliónir. Munurin er 9 milliónir ella 30%. |
72 | Færri doyggja av hjarta- og æðrasjúkum – við krabbameini er óbroytt |
73 | Síðstu tjúgu árini eru hendar stórar broytingar í deyðleikanum hjá kvinnum og monnum. Eitt er, at livialdurin framhaldandi økist. Í 1998 var væntaði miðal livialdurin hjá nýføddum drongjabarni 75,1 ár og gentubarni 81,4 ár. Nú er hann 80,4 hjá drongjabarni og 85,3 ár hjá gentubarni. Í hesum stutta tíðarskeiði er væntaði livialdurin sostatt øktur við góðum 5 árum hjá mannfólki og 4 árum hjá konufólki. Broytingar eru eisini hendar í teim orsøkum, vit doyggja av. Nógv færri doyggja nú av tí nógv mest vanligu høvuðsatvoldini, hjarta- og æðrasjúkum, meðan tað ikki er nøkur serlig broyting við hinari stóru høvuðsatvoldini, krabbameini. Hinvegin eru tað fleiri aðrar ymiskar deyðaorsøkir, ið nú gera seg meira galdandi. Nú nýggjastu tølini verða kunngjørd fyri 2018, sæst stórur munur millum kynini. Munandi fleiri mannfólk enn konufólk doyggja av krabbameini og av hjarta- og æðrasjúkum. Av øðrum deyðaorsøkum er javnari millum kynini. Hyggja vit at gongdini síðstu tjúgu árini, sæst bæði hjá monnum og kvinnum, at størsta broytingin nógv færri doyggja av hjarta og æðrasjúkum. Fyri 15-20 árum síðani var talið um 80-90 árliga og er nú komið niður á 50-60 árliga. Hinvegin tykist ikki talið at minka av teimum, sum doyggja av krabbameini, men heldur kvinka eitt lítið vet uppeftir. Havast skal tó í huga, at í hesum tíðarskeiði er fólkatalið vaksið munandi og harvið eisini talið av eldri og gomlum fólki. Spjaðingin av deyðaorsøkum er vorðin nógv størri, við at tær nógvu ymisku deyðaorsøkirnar, ið eru savnaður undir felagsheitinum “annað”, nú tilsamans koma næstan líka so ofta fyri sum tær báðar høvuðsdeyðaorsøkirnar, hjarta- og æðrasjúkur og krabbamein. Hjá konufólki eru deyðaorsøkirnar undir felagsheitinum "annað” enntá farnar upp um hinar báðar stóru høvuðsdeyðaorsøkirnar. Undir “annað” eru tað ikki nakrar serstakar sjúkur, ið serliga gera meira um seg. Deyðaorsøkirnar eru bara meira ymiskar, enn tær hava verið. Í myndunum niðanfyri sæst gongdin ár fyri ár frá 1998 til Í Hagtalsgrunninum eru talvur við nógv meira útgreinaðum deyðaorsøkum, eisini eftir aldri hjá fólki. |
74 | Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Nú bæði mars og apríl eru taldir við, er enn ongin ábending um nakra broyting í hesi gongdini, sum eisini sæst av myndini niðanfyri. Nettoflytingin økir um fólkatalið við næstan 50 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 145 mánaðarliga. Síðani 2018 hevur hon ligið um Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45-50 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu fimm árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal um 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er um 660 árliga. Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. Vøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum við 449 fólkum og síðani í Eysturoy við 178 fólkum. Eisini lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2,3%. Av høvuðsøkjum er tað einans tað Suðuroy, ið ikki hevur nakran vøkstur og tí framhaldandi dragnar longur afturúr í mun til hini økini í landinum. Restin av økjunum liggja millum 1,1% og 1,6%. Tórshavnarøkið tekur meir enn helvtina av øllum fólkavøkstrinum Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 449 fólk, svarandi til 54% av øllum fólkavøkstrinum í landinum Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 178 fólk svarar til 21% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10%. Í Streymoyarøkinum annars búgva 9% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er 6-7%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var neyvt tann sami. Í Sandoy búgva stívliga 2% av fólkinum, og teirra partur av fólkvøkstrinum var nakað tað sama. Í Suðuroy býr ein minkandi partur av fólkinum, nú beint undir um 9%, og henda gongdin tykist bara at halda fram. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Tveir tættir gera av, hvussu gongdin er í fólkatalinum. Tað eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð)og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar sýslu er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, men manglandi burðaravlop, t.v.s. at tað eru fleiri sum doyggja, enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy er tilflytingin so lítil, at hon vigar ikki upp ímóti manglandi burðaravlopinum. Kommunurnar Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 463 fólkum, svarandi til 2,1%. Síðani í Klaksvíkar og Runavíkar kommunum við ávikavist 87 fólkum (1,7%) og 75 fólkum (1,8%). Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sørvágs kommunu við 47 fólkum, svarandi til 3,9%. Og nú er fólkatalið har nærum eins stórt sum í Vestmanna kommunu. Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,8%. Síðani januar 2014 er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið úr 678 upp í Í Sandoyar sýslu veksur Sands kommuna við 10 fólkum, ið er 1,9%. Eisini er vøkstur í Húsavík og Skálavík, meðan Skopunar kommuna minkar. Í Suðuroy minkar sum heild, men tó er ein lítil vøkstur í Vágs kommunu. Oyggjarnar Útoyggjarnar halda tørn, uttan Hestoy, ið nú er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 8 eru komin aftrat í Nólsoy, 4 í Svínoy, 3 í Fugloy, 2 í Mykinesi og í Skúvoy og 1 í Kalsoy. Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her. Fólkatølini eru ein mánað afturút Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt. Stutt um fólkatølini Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni. Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond. Stutt um trendin Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum. |
75 | Um vit bert hyggja at fiskavøruútflutninginum, er minkingin 30%. Tað eru serliga útflutt minni av laksi, makreli og sild. Útflutningurin sveiggjar sera nógv frá mánað til mánað, og tí skulu tølini takast við fyrivarni, tá mann samanber ein einkultan mánað. Tað er tó ongin ivi um, at øll tiltøkini sum eru sett í verk kring allan heimin at steðga covid -19 smittuspjaðingini, hava ávirkan á møguleikarnar hjá okkum at selja fiskavørur sum vit plaga. |
76 | 700 løntakarar í mai - framvegis langt frá støðinum undan koronu |
77 | Løntakarar og lønarískoyti Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl og mai kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl og mai í ár. Sostatt vísir munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið. Løntakaratalið var um 700 í mai. Framrokningin vísir góðar 400 løntakarar fyri hendan mánaðin. Munurin er umleið 700 løntakarar ella góð 6% samanborið við metingina. Sostatt er framvegis langt upp til støðið undan koronu, men hóast tað eru løntakaratølini í mai nakað frægari enn í apríl. Fallið er størst í privatu tænastuvinnunum Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið seinastu tvey árini í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars, apríl og mai í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so sum tað er framroknað í mars, apríl og mai, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum. Í privatu tænastuvinnunum vóru um 000 løntakarar í mai. Framrokningin vísir slakar Tað er ein munur á 900 løntakarar ella sløk 10%. Í apríl var munurin 14% samanborið við metingina. Støðan innan privatu tænastuvinnurnar er tí batnað nakað í mai borið saman við apríl. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum Í apríl sást niðurgongdin innan privatu tænastuvinnurnar best í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur'. Myndirnar niðanfyri vísir støðuna í hesum vinnugreinum nú ein mánað seinni. Løntakaratalið innan 'gistihús og matstovuvirksemi' fór niður í helvt í apríl, men í mai eru nú fleiri løntakarar aftur í vinnugreinini. Eftir stóra minking í apríl fylgir løntakaratalið í vinnugreinunum 'handil og umvæling' og 'húshaldstænastur' (m.a. hárfríðkan, vakurleikarøkt, venjingarmiðstøðir, reingerð og ruskinnsavnan) nú í stóran mun tí væntaðu gongdini undan koronu. Innan 'flutning annars', ið fevnir millum annað um flogferðslu, farmaflutning, bussleiðir, rutuferðslu, hýruvognskoyring og annan ferðafólkaflutning á landi, er støðan ikki stórliga broytt í mun til undanfarna mánað. Fleiri útgreinað tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn og vinnugrein eru í hagtalsgrunninum. |
78 | Virksemið í kommunulæknaskipanini í Í miðal vóru 3 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum Konufólk vitja oftari enn menn Børn í skúlaaldri vitja minst Í Norðoyggjum og í Suðuroy eru 1-2% av viðtalunum uttan fyri dagtíð, í Suðurstreymi 12% Flestu viðtalur pr. íbúgva eru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðurstreymi Upplýsingarnar, ið Hagstovan hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016 – 2019 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni. Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2019 til 3,1 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Lægst er talið í Suðurstreymoyar økinum við 2,9 viðtalum pr. íbúgva, og hægst í Sandoyar økinum við 4,5 og Vágaøkinum við 4,0 viðtalum pr. íbúgva. Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað er stórur munur millum bústaðarøkini í broytingini frá 2018 til T.d. kann tað stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki og í staðin koma skiftandi avloysarar, eins og tað øvugta, tá fastir kommunulæknar koma í starv. Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 93%, fer fram í dagtíð, t.v.s. mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og Restin er býtt millum A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar og B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum. Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður at hvussu stórur partur av viðtalunum fara fram í dagtíð. Harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilir Suðurstreymoy seg burturúr við 88% av viðtalunum í dagtíð, samanborið við t.d. Norðoyggjar og Suðuroy, har 98-99% vóru í dagtíð. Tað merkir, at 12% av læknaviðtalunum í Suðurstreymoy vóru uttanfyri dagtíð, meðan einans 1-2% av viðtalunum í Norðoyggjum og Suðuroy vóru uttan fyri dagtíð. Verður hugt at viðtalum eftir aldri og kyni, eru 18-túsund fleiri viðtalur við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 55% av viðtalunum við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini. Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2019 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,5 - 1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er størstur við umleið 6 viðtalur pr. íbúgva hjá fólki í aldrinum 76-85 ár. |
79 | Ymsu tiltøkini, sum byrjaðu um hálvan mars í ár við endamálinum at basa útbreiðslu av korona-smittu, hava ivaleyst ávirkað samfelagið á ymsan hátt, og ein viðkomandi spurningur at seta sær í hesum tíðum vil vera, um keypshugur og nýtslumynstur hjá húsarhaldunum broytist. Seinast dagførdu hagtølini um smásølu fevna tó um tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, har tiltøk til tess at basa korona-smittu vóru galdandi í minni parti av tíðarskeiðinum. At millum annað ávísir handlar valdu at steingja frá hálvum mars, sæst uttan iva aftur í hesum tølunum. Serliga merkisvert í hesum hagtølunum er, at umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði var nærum 10 prosent minni ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør. Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er mongdin av seldum vørum í hesum vørubólki 12 prosent minni ársfjórðing í ár samanborið við ársfjórðing í fjør. Umsetningurin fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir hinvegin ein vøkstur á 12 prosent frá ársfjórðingi 2019 til ársfjórðing í ár. Prísir á hesum vørum eru øktir í miðal 2,6 prosent og umroknað til mongdir hevur vøksturin verið 9 prosent. Vøksturin í sølu av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hevur seinastu umleið 10 árini verið størri enn sølan av klædna- og matvørum. Fyri henda vørubólkin eru prísirnir seinastu 10 árini í miðal eisini minkaðir, so umroknað til mongdir, er munandi meira selt at hesum vørum í mun til aðrar smásøluvørur. Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð vísa seinastu tølini, eins og við mati og drykkjuvørum, lutfalsligan stóran árligan vøkstur á 7 prosent í søluni frá ársfjórðingi 2019 til ársfjórðing Dagførdu tølini fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum. |
80 | Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið í støðugari legu seinastu trý til fýra árini, men er fallið frá 32 í januar til -16 í juni. Talan er um størsta fallið frá einari kanning til aðra hesi 14 árini, images/200703%20M1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær, og til hvørja av hesum fimm kanningunum ber til at finna fram nettotølini í hagtalsgrunninum fyri hvønn einstakan spurning í ymsu kanningunum. Samanumtikið eru øll fimm vísitølini fallin í mun til kanningina í januar. images/200703%20T1%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Húsarhaldini eru varin Vísitalið í brúkarakanningini, ið er miðal svarbýtið frá 4 út av 15 spurningum í brúkarakanningini, er fallið frá 5 í januar til 0 frá júst gjørdu kanningini. Øll fýra undirliggjandi nettotølini eru fallin og harvið viðvirkandi til fallið í samlaða vísitalinum images 0Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Svarini til einstøku spurningarnar vísa, at húsarhaldini í miðal meta sína egnu fíggjarstøðu í løtuni at vera nakað verri sammett fyri hálvum ári síðan, eins og metingin um samlaðu búskaparstøðuna í landinum samstundis eisini er verri. Til spurningin, hvussu fíggjarliga støðan hjá húsarhaldinum væntast at broytast komandi árið, so er svarbýtið nærum óbroytt í mun til fyri hálvum ári síðan og innan koronu-farsóttin byrjaði. Til spurningin, hvussu gongdin í føroyska búskapinum væntandi verður komandi árið, so meta lutfalsliga fleiri hesaferð sammett fyri hálvum ári síðan, at gongdin verður verri. Hetta bendir á, at húsarhald kenna seg trygg við sína egnu fíggjarstøðu, meðan verri verður við búskapinum annars. Til spurningin um tað verður mett at verða rætta løtan at gera størri keyp, so eru lutfalsliga færri hesaferð í mun til kanningina í januar, ið meta tað vera røttu løtuna. images/200703%20M3%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Til spurningar um væntað verður, at størri keyp av t.d. møblum og elektroniskum lutum verða gjørd, at bilur verður keyptur og størri upphæddir verða brúktar til bústaðarábøtur næsta árið í mun til undanfarna árið, so svara hinvegin lutfalsliga fleiri hesaferð í mun til seinast, at so verður. At húsarhald soleiðis í minni mun meta tað vera røttu løtuna at gera størri keyp, men samstundis í størri mun rokna við størri keypi næstu 12 mánaðirnar sammett við seinastu kanningina frá januar, bendir á, at hildið verður aftur við nýtsluni nú koronu-farsóttin leikar á, og nýtslan harvið er útsett nakað. Minni útlendskur eftirspurningur eftir vørum frá tilfeingisvinnu og øðrum ídnaði Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 35 til -28, og metingin um støðuna í løtuni og útlitini næstu 12 mánaðirnar eru tætt við eins døpur sum við seinastu fíggjarkreppu fyri umleið 12 árum síðan. images/200703%20M4%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Framleiðslan hjá hesum vinnubólkinum er í stóran mun bundin at útlendskum eftirspurningi og til spurningin um, hvussu stórar bíleggingarnar úr útlandinum eru í mun til vanliga stødd, so hevur alsamt størri partur av fyritøkunum seinastu 2 árini mett seg hava fleiri bíleggingar úr útlandinum í mun til vanliga, men til hesa kanningina sigur størri partur av fyritøkunum seg hava væl færri bíleggingar enn vanliga. images/200703%20M5%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Ávísin hjá byggivinnuni er fallin javnt seinastu tvey árini Ávísin í byggivinnuna er fallin fyri hvørja kanning seinastu tvey árini, og nú er breið semja í byggivinnuni um, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið. images/200703%20M6%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Til kanningina fyri hálvumøðrum ári síðan segði byggivinnan seg í miðal at hava tryggjað arbeiði í 18 mánaðir, og til hesa kanningina er talið í miðal 9 mánaðir. Ávísin hjá tænastuvinnuni tætt við søguliga lágur Tænastuvinnan er ivaleyst vinnubólkurin, ið hevur merkt avleiðingarnar frá almennu koronu-tiltøkunum um frástøðu og ferðastongsli harðast. Treystið hevur verið støðugt høgt seinastu umleið 3 árini, men er við einum brádligum falli farið nærum niður á lægsta støði í tíðini, hesar kanningarnar hava verið gjørdar. images/200703%20M7%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Í undanfarnu kanningunum hevur meirilutin av tænastufyritøkunum mett, at tørvurin á arbeiðsmegi verður størri næsta árið. Til hesa kanningina metir ein meiriluti av fyritøkunum, at tørvurin á arbeiðsmegi verður minni komandi árið. images/200703%20M8%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Treystið í handilsvinnu og smásølu lutfalsliga lítið broytt Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu, og samanborið við aðrar vinnubólkar í kanningini, so er treystið fyri henda vinnubólkin ikki minkað í sama mun. images/200703%20M9%20Konjunkturbarometri%C3%B0%2C%20jul-png) Til spurningin um, hvussu mett verður um søluna næsta árið, so metir framvegis ein meiriluti av handilsfyritøkunum, hóast hesin er eitt sindur minni enn kanningarnar seinastu sjey árini, at sølan verður vaksandi komandi 12 mánaðirnar. |
81 | Hagstova Føroya hevur øll árini almannakunngjørt avreiðingar av fiski. Tað er avreiðingarskipanin, sum Vørn í dag umsitur, ið er keldan til hagtølini. Í hesi skipan verða allar avreiðingar skrásettar í landaðari vekt. Hagtølini um avreiðingar, sum Hagstova Føroya higartil hevur almannakunngjørt, hava upplýst tað, sum á mannamunni verður nevnt feskfiskaveiðan. Hetta er frá tíðini, tá roynt varð at máta hvussu stór ísað fiskanøgd kundi fara til virkingar á landi. Uppsjóvarfiskur og fiskur, sum var veiddur av flakatrolarum, varð tí ikki tikin við eftir gamla uppgerðarháttinum. Seinastu árini eru fleiri broytingar hendar í veiðiliðnum. Fleiri fiskifør eru farin at virka fisk umborð. Á summum skipum verður fiskurin frystur og á øðrum skipum verður flak skorið í minni mongdum. Avgerð er tí tikin um, at allar avreiðingar nú verða tiknar við, uttan mun til, hvussu fiskurin er viðgjørdur. Hesar broytingar í viðgerðini umborð skulu tí eisini havast í huga, tá mongd og virðir verða samanborin yvir tíð. Í nýggju uppgerðini ber eisini til at velja veiðiøki. Veiðiøkini eru fiskimørkini og altjóða samstarvsøkir, sum eru NEAFC og NAFO. Seinni í ár verður eisini møguligt at velja skipabólk. Av tí at veiðiøki, reiðskap og skjótt eisini skipabólkar verða upplýst, er møguligt at fáa góða ábending um, hvat avreitt er – t.d. um talan er um ísaðan fisk, frystan fisk ella flak. Hetta er fyrsta uppgerð eftir nýggja leistinum. Øll tøl eru dagførd aftur í tíð. Tað kunnu tí vera einstakir munir millum gomlu uppgerðina og nýggju uppgerðina. Arbeitt verður framvegis við at menna uppgerðina. Fyribils gongur nýggja uppgerðin aftur frá 2015, men í næstu uppgerðum verður hon víðkað við fleiri árum. Aðrar nýggjar talvur eru eisini ávegis, sum fara at gera tað lættari at fylgja gongdini innan avreiðingarnar. Niðanfyri er dømi frá nýggju talvunum í hagtalsgrunninum. Fyrsta talvan vísur úrvald fiskasløg, uttan uppsjóvarfisk, veidd á Føroyskum øki. Samanburður er gjørdur fyri nøgd og virði fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Eitt nú sæst, at væl minni er avreitt av toski og hýsu fiskað á føroyskum øki í ár, meðan nakað væl meira er fiskað av upsa samanborið við í fjør. Seinna talvan vísur avreiðingar av uppsjóvarfiski – fiskað á øllum leiðum, fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Nýggju talvurnar eru: VV01514 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap, veiðiøki og mánaðir (2015- VV01515 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap og veiðiøki (2015M01-2020M VV01516 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap, stødd og mánaðir (2015- VV01517 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, reiðskap og stødd (2015M01-2020M VV01518 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, stødd, veiðiøki og mánaðir (2015- VV01519 Avreiðingar í nøgd og virði, skift á slag, stødd og veiðiøki (2015M01-2020M Gamla uppgerðin er framvegis til taks í hagtalsgrunninum. |
82 | Eingin broyting í áhaldandi fólkavøkstrinum Nú hava vit á sjeynda ári havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, har tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Og nú tríggir mánaðir eru taldir við síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi, er enn ongin ábending um nakra broyting í hesi gongdini við áhaldandi fólkavøkstri, sum eisini sæst av myndini niðanfyri. Nettoflytingin økir um fólkatalið við næstan 50 fólkum mánaðarliga Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað eru tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið um sløk 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 145 mánaðarliga. Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú eini 45-50 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað. Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu fimm árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal umleið 54 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er umleið 650 árliga. Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga. Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum. Vøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum við 463 fólkum og síðani í Eysturoy við 194 fólkum. Eisini lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2,3%. Av høvuðsøkjum er tað einans Suðuroy, ið ikki hevur nakran vøkstur og tí framhaldandi dragnar longur afturúr í mun til hini økini í landinum. Restin av økjunum liggja millum 0,9% (Sandoyar økið) og 1,7% (Eysturoyar øki). Tórshavnarøkið tekur 56% av øllum fólkavøkstrinum Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 463 fólk, svarandi til 56% av øllum fólkavøkstrinum í landinum Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum í Føroyum. Og vøksturin har á 194 fólk svarar til stívliga 23% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum svarar til sløk 11%. Í Streymoyarøkinum annars búgva 9% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er gott 4%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var neyvt tann sami. Í Sandoy búgva stívliga 2% av fólkinum, og teirra partur av fólkvøkstrinum var stívliga 1%. Í Suðuroy býr ein minkandi partur av fólkatalinum, nú beint niðan fyri 9%, og henda gongdin tykist bara at halda fram. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar sýslu er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, men manglandi burðaravlop, t.v.s. at tað eru fleiri sum doyggja, enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy eru bæði nettoflyting og burðaravlop negativ. Kommunurnar Verður hugt at einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 472 fólkum, svarandi til 2,2%. Síðani í Klaksvíkar og Runavíkur kommunum við ávikavist 86 fólkum (1,7%) og 79 fólkum (1,9%). Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sunda, Sørvágs, Vága, Eiðis, Fuglafjarðar og Nes kommunum. Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,4%. Síðani Jan. 2014 er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið úr 678 upp í Í Suðuroy minkar sum heild, men tó er ein lítil vøkstur í Vágs kommunu. Oyggjarnar Útoyggjarnar halda tørn, uttan Hestoy, ið nú er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 10 eru komin aftrat í Nólsoy, 3 í Svínoy, 3 í Fugloy, 2 í Kalsoy, 2 í Skúvoy og 1 fólk í Mykinesi. Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her. |
83 | 500 løntakarar í juni - veksur aftur eftir fallið í apríl |
84 | Løntakarar og lønarískoyti Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. Av teimum á leið 300, sum fingu arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá ALS í juni, fingu um 200 av hesum løn frá einum ella fleiri arbeiðsgevarum. Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl, mai og juni kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai og juni í ár. Sostatt gevur munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið. Løntakaratalið var um 500 í juni. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt kundi væntast at verið knappir 200 løntakarar í juni. Tað er ein munur á 4,1% í mun til væntaðu gongdina. Sostatt er framvegis nakað upp til støðið undan koronu, men hóast tað eru løntakaratølini í juni væl frægari enn í apríl og mai. Privatu tænastuvinnurnar fóta sær aftur Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið seinastu tvey árini í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars, apríl, mai og juni í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so, sum tað er framroknað, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum. Privatu tænastuvinnurnar (Sí lýsing av vinnugreinabólkinum niðast í greinini) eru tó við at fóta sær aftur. Í privatu tænastuvinnunum vóru um 400 løntakarar í juni. Framrokningin vísir góðar Tað er ein munur á 500 løntakarar ella góð 6%. Í mai var munurin 11% og í apríl 16% samanborið við metingina. Støðan innan privatu tænastuvinnurnar er tí batnað nakað í juni sammett við apríl og mai. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. Sandoyggin minni rakt enn hini økini Á myndunum niðanfyri eru løntakaratalið og ein framroknað meting fyri einstøku økini í landinum, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Í Norðoya økinum vóru góðir 200 løntakarar í juni. Metingin var um 300, sum er ein munur á 3%. Í Eysturoyar økinum vóru góð 250 í løntakaraskaranum. Metingin var Tað er ein munur á 2,9% í mun til metingina. Munurin millum løntakaratalið í Norðurstreymoyarøkinum eru góðir 80 løntakarar. Tað er 4,3% í mun til metingina. Í Suðurstreymoyar øki vóru góðir 800 løntakarar í juni. Metta talið var um Munurin er 4,9% samanborið við metingina. Í apríl var munurin 9,1%. Í Vága økinum var munurin millum løntakaratalið og framroknaðu metingina góðir 100 løntakarar í juni. Munurin er 6,7%. Í Sandoynni er lítil munur millum løntakaratalið og metingina fyri juni. Munurin er 1,6%. Í Suðuroyar økinum vóru góðir 030 løntakarar í juni og framrokningin vísir Munurin er 4,7% samanborið við metingina. Fleiri útgreinað tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn, vinnugrein og nú eisini øki eru í hagtalsgrunninum. |
85 | Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini Í juni vórðu góðar 840 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 13 milliónir ella 1,5% meira enn sama mánað í fjør. Á myndini niðanfyri sæst ein av framrokning av, hvussu mars, apríl, mai og juni kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl, mai og juni. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar. Av teimum fýra mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama. Um gongdin í lønargjaldingunum annars var óbroytt, kundu væntast at verið knappar 890 milliónir útgoldnar í juni. Tað er ein munur á 5,3% sammett við væntaðu gongdina. Í mai var munurin 9,1%. Junimánaður hilnaðist sostatt betur enn mai, um lønargjaldingarnar í hesum báðum mánaðunum verða samanbornar við væntaðu gongdina undan koronu. Gongdin í vinnugreinunum Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini. Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 253 milliónir í lønum í juni. Framrokningin vísir 276 milliónir sama mánað. Munurin er 23 milliónir ella 9,1% samanborið við metingina. Í mai var munurin 16%. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. |
86 | Yvirskipað verða brúkaraprísir býttir í 12 vøru- og tænastubólkar, og tað er ymiskt, hvussu prísirnir í miðal innan hesar bólkarnar broytast, umframt hvussu nógv hesar vørurnar og tænasturnar viga í vektargrundarlagnum og harvið ávirka tað samlaða brúkaraprístalið. Á hesum yvirskipaða listanum av 12 vørum og tænastum, eru prísir innan býlisútreiðslur, samskifti, flutning og heilsu lækkaðir hetta seinasta árið, meðan innan aðrar vøru- og tænastubólkar, eru prísirnir øktir. Við uppgerðina fyri fyrsta ársfjórðing í ár vóru prísir innan flestu av høvuðsbólkunum eftir einum ári øktir, tó undantiknir prísir fyri høvuðsbólkarnar samskifti og heilsu. Samlaða prístalið vísti tá ein árligan vøkstur á 1,6 prosent. Myndin niðanfyri vísir, at brádliga lækkingin í árligum vøkstri eisini er galdandi fyri brúkaraprísir í londum kring okkum. Myndin niðanfyri vísir harumframt, at prísgongdin í Føroyum seinastu 10 árini í stóran mun fylgir prísgongd annars í Evropa. Høvuðsorsøkin til hesa samlaðu broytingina er at finna í príslækking á brennievni, ið er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluútreiðslunum til upphiting av bústøðum og sum brennievni í flutningi. Myndin niðanfyri vísir prísgongdina seinastu 10 árini fyri brenniolju til upphiting av bústøðum úr brúkaraprístalinum í Føroyum samanborin við prísgongdina í ES og Danmark. Sambært brúkaraprístalinum eru prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, lækkaðir heili 31 prosent frá mai 2019 til mai Lutfalsliga stóra og brádliga príslækkingin fyri hesa vøruna sæst eisini í londunum kring okkum. Myndin niðanfyri vísir, hvussu stóra ávirkan prísbroytingar innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar hava á samlaða brúkaraprístalið, tá hædd verður tikin fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Uppgerðin fyri fyrsta ársfjórðing vísti árligan vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum á 1,6 prosent, men er tað serliga lutfalsliga stóra príslækkingin á brennievni frá fyrsta ársfjórðingi til annan ársfjórðing, samanhildið við vektini av nýtsluni av øllum vørum og tænastum, ið er orsøk til, at árliga broytingin í brúkaraprístalinum í løtuni er minus 0,1 prosent. Dagførda brúkaraprístalið við fleiri útgreinaðum tølum finnur tú í hagtalsgrunninum. |
87 | Samlað minkaði innflutningurin við 100 milliónum krónum ella 5% hesar mánaðirnar samanborið við somu mánaðir í fjør. Tað er serliga lægri prísurin á brennievni sum er orsøkin. Innflutta nøgdin av brennievni er minkað 30% meðan virði er minkað 60% Um vit ikki telja innflutningin av brennievni við, er hinvegin talan um vøkstur í innflutninginum hesar mánaðirnar. Færri bilar eru innfluttir hesar mánaðirnar. Innflutningsvirði í bólkinum bilar o.o. flutningsfør er minkað 17%. Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 5%. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og fótbúnaði minkaður 18%. |
88 | Vit hava útflutt minni av flest øllum fiskasløgum, tó er útflutningurin av svartkjafti vaksin bæði í nøgd og virði, meðan útflutningurin av laksi er minkaður í virði, men vaksin í nøgd. |
89 | Løntakarar og lønarískoyti Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum bæði fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar mánaðirnar. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan vísir løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai, juni og juli í ár. Sostatt gevur munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á løntakaratalið. Løntakaratalið var um 300 í juli ella um 50 fleiri enn í juli í fjør. Um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt, kundi tó væntast at verið um 100 løntakarar í juli. Tað er ein munur á 2,9% í mun til væntaðu gongdina. Privatu tænastuvinnurnar fóta sær aftur Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið seinastu tvey árini í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'. Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars, apríl, mai, juni og juli í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so, sum tað er framroknað, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum. Privatu tænastuvinnurnar (Sí lýsing av vinnugreinabólkinum niðast í greinini) eru tó við at fóta sær aftur. Í privatu tænastuvinnunum vóru góðir 600 løntakarar í juli. Framrokningin vísir góðar Tað er ein munur á 400 løntakarar ella 4,6%. Í mai var munurin 11% og í apríl 16% samanborið við metingina. Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. Fleiri útgreinað tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn, vinnugrein og nú eisini øki eru í hagtalsgrunninum. |
90 | Fyrra hálvár í ár vaks fólkatalið við 511 ella 1,0%, samanborið við 553 ella 1,1% fyrra hálvár í fjør. Munurin á 42 fólk kemur av, at burðaravlopið var 6 færri og nettotilflytingin var 36 færri. Í burðaravlopinum var føðitalið 38 færri, samstundis sum deyðatalið minkaði við Í nettoflytingini var tilflytingin 58 færri og fráflytingin 22 færri. Broytingin so lítil, at hon valla sæst aftur í trendinum Nú hava vit á sjeynda ári havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, har tað leggjast eini 65-70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Hesir síðstu mánaðirnir hava tó verið serstakir síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi, og nógvar umstøður hava verið munandi broyttar. Møguliga sæst hetta aftur í, at ein lítil munur er at síggja í gongdini í fólkatalinum fyrra hálvár í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kortini er munurin so lítil, at broytingin valla sæst í trendinum, sum vísir langtíðargongdina í rákinum, sambært myndini niðanfyri. Tórshavnarøkið tekur 56% av øllum fólkavøkstrinum Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 458 fólk, svarandi til 56% av øllum fólkavøkstrinum í landinum Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum í Føroyum. Og vøksturin har á 206 fólk svarar til 25% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum svarar til 8%. Í Streymoyarøkinum annars búgva 9% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er gott 6%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var út við tann sami. Í Sandoy búgva 2,5% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var júst tann sami. Suðuroy fær onki av fólkavøkstrinum. Har býr tí ein støðugt minkandi partur av fólkatalinum, nú beint niðanfyri 9%. Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar sýslu er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, tí roknað eftir íbúgvatalinum er tilflytingin her størri enn í hinum høvuðsøkjunum í landinum. Hinvegin er eitt manglandi burðaravlop, t.v.s. at tað eru fleiri sum doyggja, enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy eru bæði nettoflyting og burðaravlop negativ. Kommunurnar Verður hugt eftir einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 472 fólkum, svarandi til 2,2%. Síðani í Runavíkar og Klaksvíkar kommunum við ávikavist 95 fólkum (2,3%) og 59 fólkum (1,1%). Lutfalsliga er sostatt vøksturin í Tórshavnar og Runavíkar kommunum dupult so stórur sum í Klaksvíkar kommunu. Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sjóvar, Nes, Sørvágs, Sunda og Eiðis kommunum. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Eysturoy í Sjóvar kommunu við 3,2%. Síðani Jan. 2014 er fólkatalið í Sjóvar kommunu vaksið úr 921 upp í Í Vágum er størsti vøkstur í Sørvágs kommunu við 29 fólkum ella 2,4%, og í Sandoy er sera stórur vøkstur í Skopunar kommunu við 18 fólkum, svarandi til Í Suðuroy minkar ella stendur í stað í øllum kommunum. Oyggjarnar Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum - uttan Hestoy, ið er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 8 eru komin aftrat í Nólsoy, 4 í Fugloy, 3 í Svínoy, 3 í Kalsoy, 2 í Skúvoy og 1 fólk í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum. |
91 | 875 milliónir í lønum í juli - skjót uppgongd eftir fallið í apríl og mai |
92 | Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini Á myndini niðanfyri sæst ein framrokning av, hvussu mars, apríl, mai, juni og juli kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl, mai, juni og juli. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláa linjan vísir lønargjaldingarnar, og bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars, apríl, mai, juni og juli í ár. Munurin millum bláu og reyðu prikkarnar gevur eina ábending um ta ávirkan, sum farsóttin hevur á lønargjaldingarnar. Knappar 875 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juli, sum eru góðar 25 milliónir ella 3% meira enn sama mánað í fjør. Um gongdin í lønargjaldingunum annars var óbroytt, kundu væntast at góðar 900 milliónir høvdu verið útgoldnar í lønum í juli. Gongdin í vinnugreinunum Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'bygging o.o. tilvirking' og 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur'. Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini. Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 269 milliónir í lønum í juli. Framrokningin vísir 281 milliónir sama mánað. Munurin er 12 milliónir ella 4,5% samanborið við metingina. Í mai var munurin 16%. Hinir vinnugreinabólkarnir leggja seg meira upp at væntaðu gongdini. ![Byggivinna o.o. tilvirking til og við juli ![Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna til og við juli |
93 | Tað er lítið at ivast í, at koronufarsóttin hevur ávirkað heimshandilin og at føroyski útflutningurin eisini er ávirkaður. Tað er tó ikki óvanligt, at stór sveiggj eru í útflutninginum. Hyggja vit at útflutninginum fyrra hálvár nøkur ár aftur í tíðina, síggja vit bæði vøkstur og minking, ið eru størri enn tað, sum vit síggja nú. Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt minni av flest øllum fiskasløgum í mun til í fjør - bæði í nøgd og virði. Útflutningurin av toski er minkaður 146 mió. kr. ella 23%. Í nøgd er minkingin 27%. Eisini er minni útflutt av makreli og laksi. Minkingin er 62 mió. kr og 105 mió. kr. Hinvegin er útflutningurin av svartkjafti vaksin meir enn 3 tús. tons ella 13%. Virðið er tó tað sama sum í fjør. |
94 | Koronufarstóttin ávirkar eisini, hvat vit innflyta. Nøgdin av nýtsluspritti vaks 400% frá mars til juni í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør og innflutningsvirðið vaks 700%. Nøgdin av máling vaks 20% hetta sama tíðarskeiðið. Fyrra hálvár vaks innflutningurin annars 6% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, so er talan um vøkstur uppá 1%. Munandi meira varð innflutt av rávøru til fiskavirking fyrra hálvár í ár í mun til í fjør - góðar 230 mió. kr. í ár móti 100 mió. kr. í fjør. Innflutningurin av tilfari til aðra framleiðslu er eisini vaksin í ár. Vøksturin er 127 mió. kr. ella 15%. Oljuinnflutningurin er hinvegin minkaður bæði í nøgd og virði. Nøgdin er minkað 20% og virðið er minkað góð 40% Tað, sum verður roknað sum beinleiðis nýtsla hjá húsarhaldunum, vaks 6%. Her er meira innflutt í flestu vørubólkum, tó er innflutningurin av klædnavørum og fótbúnaði minkaður 9%. Størsti vøksturin er í innflutningi av drúgvum nýtsluvørum. Har er innflutt fyri 23% meira í ár. Tað er serliga møblar, sum vit hava keypt meiri av. |
95 | Enn eru Maria og Anna ovast hjá konufólki og Jákup og Jógvan hjá mannfólki - hóast stórar broytingar í fólkanøvnunum |
96 | Jónas og Óðin hjá dreingjum og Lea og Vón hjá gentum vóru best umtóktu nøvnini hjá føddum í 2019 |
97 | Gistingarhúsini á veg uppaftur í juli eftir stóra fallið í vár |
All sentences are retrieved from:
Annika Simonsen, Sandra Saxov Lamhauge, Iben Nyholm Debess, and Peter Juel Henrichsen. 2022. Creating a Basic Language Resource Kit for Faroese. In Proceedings of the Thirteenth Language Resources and Evaluation Conference, pages 4637–4643, Marseille, France. European Language Resources Association.
This dataset is a filtered version of the corpus (35.6 M tokens) first published as BLARK - Basic Language Resource Kit for Faroese. The pre-processing and filtering steps include:
Suitable for MLM and CLM